Tað tykist ikki at vera eingin møguleiki fyri, at steypafinalan ímóti B68 í kvøld verður síðsti dystur, sum Adrian Justinussen fer at spæla fyri HB. Í hvussu so er í hesum umfarinum.
Sambært Tróndi Arge, sum í Televarpinum sigur frá steypafinaluni millum B68 og HB, so verður í Gundadali í dag tosað um tíðindi úr Íslandi, sum vita at siga, at fyrrverandi HB venjarin Heimir Guðjónsson er áhugaður í at skriva undir sáttmála við Adrian Justinussen.
Heimir Guðjónsson er nú venjari hjá FH á Hafnafirði, har hann áður hevur vunnið fleiri meistaraheiti.
Heimir Guðjónsson var í 2018 og 2019 HB venjari. Fyrra árið vann HB FM, og seinna árið vann HB steypakappingina.
Adrian Justinussen var ein av lyklaspælarunum, tá ið Heimir Guðjónsson var HB venjari. Í 2018 var hann við í 26 landskappingardystum og skoraði 20 mál, og í 2019, tá ið HB endaði á fjórða plássi, var Adrian við í 26 landskappingardystum og skoraði 16 mál.
Í 2018 tapti HB finaluna í steypakappingini ímóti B36 eftir brotssparkskapping. Úrslitið var 2-2, og Adrian Justinussen skoraði annað HB málið.
Í 2019 vann HB steypafinaluna 3-1 ímóti Víkingi. Ta ferðina var tað Adrian Justinussen, sum legði HB á odda 1-0.
Í farna kappingarári endaðu FH og Heimir Guðjónsson á fimta plássi við 40 stigum. Tað vóru 26 stig fram til Víking Reykjavík, sum við Gunnari Vatnhamar á liðnum vann meistaraheitið.