Eg og onnur vinglaðu eina góða løtu og vóru ikki so avgjørd um at trýsta á grøna knøttin við triðju viðgerð og royndu av øllum alvi at fáa partarnar til arbeiðsborðið.
Men, tað miseydnaðist.
Tá vit so enn einaferð blivu mint á, hvussu álvarslig støðan var, og at tað kundi standa um lív - ja, so hildu vit ikki, at vit høvdu nakað val.
Ímyndið tykkum, um onkur doyði í gjárkvøldi ella í nátt, tí vit ikki tóku ábyrgd? So svart/hvítt bleiv tað penslað út fyri okkum, og vit hava ikki førleikar at seta spurnartekin við fakligu metingarnar av støðuni hjá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum.
Vit mugu stóla uppá, at tað, sum kom fram í hoyringini í rættarnevndini, var sannleikin og veruleikin, sum vit so skuldu byggja okkara avgerð á.
Eg síggi á kjakinum á FB, at serliga kvinnurnar, sum atkvøddu fyri, standa fyri skotum - at vit ikki stuðlaðu okkara “medsystrum”. Tað royndi Eyðdis Hartmann Niclasen so væl at seta orð á á tingsins røðarapalli, nevniliga hesa tvístøðu, sum vit vóru í.
Sjálvandi ynskja vit at stuðla øllum kvinnum í teirra stríði um løn sambært útbúgving og ábyrgd, men í gjár sótu vit hinumegin borðið og kundu velja ímillum at taka ábyrgd og svíkja okkara medsystrar ella stuðla og møguliga standa við ábyrgdini av, at onkur doyði.
Nógv eru sera vónsvikin av okkum - ikki minst sjúkrarøktarfrøðingarnir, og tað havi eg stórt forstáilsi fyri.
Súsanna Bertholdsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin.











