Í øðini um at Taks hevði tikið pengar

Og tveir bilførarar tiknir fyri rúsdrekkakoyring

 

Ein maður er skuldsettur fyri at hótta fólk í almennum starvi.

Tað var um 13 tíðina í gjár, at løgreglan fekk boð um ein sera óðan mann, sum setti fram hóttanir.

Tað gjørdi hann, tí at Taks hevði afturhildið pengar av kontuni hjá honum.

Løgreglan tók í gjár eisini tveir bilførarar fyri rúsdrekkakoyring.

Annar var so óheppin, at hann gloymdi rundkoyringina við Posthúsið í Klaksvík og endaði uppi í miðjuni í rundkoyringini. Tá hann blásti, vísi tað seg, at hann var ávirkaður av rúsdrekka. Hann varð tí handtikin, blóðroynd tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. 

Ein annar bilførari varð tikin í einum vanligum eftirliti. Tá hann blásti, vísti tað seg, at hann hevði drukkið. Hann varð eisini handtikin, blóðroynd tikin og skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.