B68 var um reppið at fara við øllum

Eftir longda leiktíð er støðan framvegis málleysur javnleikur á Tórsvølli

HB er steypavinnari, og í HB leguni verður fýrverk skotið, meðan tað verður bíðað eftir gullkrónum og løgmanssteypi, meðan B68 spælararnir fáa handað silvurkrónurnar.

 

B68 áskoðararnir standa framvegis og fagna sínum spælarum, og tað hava teir alla orsøk til. Sum tað leið fram ímóti dystarenda í longdu leiktíðini var um reppið, at B68 skoraði sigursmálið. Innskifti Villiam Emil Klein royndi seg av brotsteigarmarkinum, og bólturin streyk flatt eftir vøllinum og dygst framvið stólparótini.

 

-

 

Fyri 29. ferð hevur HB vunnið steypakappingina.

 

Alt varð avgjørt í brotssparkskapping. HB umsetti øll fimm brotsspørkini til mál. Teitur Matras Gestsson í HB málinum bjargaði, tá ið Sebastian Lau Nielsen hjá B68 royndi seg, og tá ið Hanus Sørensen setti fimta HB brotssparkið í netið var tað greitt, at HB var steypavinnari, áðrenn síðsti B68 spælarin fekk møguleika at royna seg. Tí var úrslitið 5-3 til HB.

 

Hetta er 29. ferðin, at HB er steypavinnari, meðan B68 í kvøld var í finaluni fyri aðru ferð og framvegis hevur fyrsta finalusigurin til góða.

 

At HB vann steypakappinga ber við sær, at nummar fýra í landskappingini næsta summar fær atgongumerki at spæla í europeiskari kappping.

 

Nummar fýra í landskappingini var B36. Í B36 húsinum er tað ársveitsla í kvøld, nú tað er greitt, at HB hevur tryggjað B36 pláss í Europa.

 

-Fótbóltsliga var talan kanska ikki um bestu finaluna, men talan var um framúr dramatikk, og eg vil fegin rósa Jákupi á Borg og hansara monnum fyri framúr avrik og sera spennandi finalu, sigur HB venjarin Jákup Martin Joensen.

 

 

 

 

 

-

 

Kári J. á Høvdanum hevur bríkslað fyri seinastu ferð á Tórsvølli. Eftir longda leiktíð er støðan framvegis málleysur javnleikur, og nú verður brotssparkskapping fyrireikað.

 

Meðan HB leingi var leikliga omaná og hevði fleiri spentar støður á B68 hálvuni, so mentu toftamenn seg av álvara, og í longdu leiktíðini vóru teir betri í samanspæli, og tað vóru fleiri spentar støður á HB hálvuni.

 

Vit fylgja brotssparkskappingini her:

 

1-0: Adrian Justinussen

 

1-0: Sebastian Lau Nielsen - Teitur Matras Gestsson bjargar

 

2-0: Viljormur Davidsen

 

2-1: Jørgen Nielsen

 

3-1: Ári Mohr Jónsson

 

3-2: Hjalti Strømsten

 

4-2: Heri Hjalt Mohr

 

4-3: Alex Mellemgaard

 

5-3: Hanus Sørensen