Hann visti, at Tjóðveldisflokkurin fór at atkvøða fyri misáliti. Men Fólkaflokkurin vildi jú hava hesa tingviðgerðina. Taktikkur um tú vil. Hann sá sær ein møguleika fyri fáa sympati við nettupp at lata [...] útilokar ikki hevnd. Hvørjum skal Føroya fólk trúgva? Er slíkt politiskt pingpong, ið hevur eyðkent hesa og undanfarnu samgongu, ikki við til at undirgrava demokratiið og álitið til politisku skipanina! [...] við virðing fyri skipanini og hvørjum øðrum! Skulu vit nú til at bíða í spenningi og angist, hvørja ferð Tjóðveldisflokkurin leggur mál fram - um Vágatingmaðurin (við ÓB sum sufleuri) fer at at hevna seg
Jalla fær Oscar virðisløn sum besti útlendski, ella ikki-amerikanski filmur í ár. Hinvegin vilja danir heldur at danski filmurin Italskt fyri byrjarar fær hesa virðisløn, meðan norðmenn heldur vilja at norski [...] londunum, kenna ivaleyst rópini Jalla Jalla. Orðini eru arabisk og merkja á okkara máli ?Skund tær? ella ?Kom nú? og bera brá av ótolni. Rættuliga sjálvspeiandi er hetta eisini heiti á best umtókta filmi [...] við konuna og Roro við libanesiska pápan, sum er farin undir at fyrireika brúdleypið hjá soninum. Ferð kemur á, tá Roro og ætlaða brúðurin Yasmin lata, sum um tey geva seg undir vilja faðirsins, tí so
John Rødgaard hava mangan sitið nógvar góðar og drúgvar tímar og stríðst ímóti hvørjum øðrum, men hesaferð vardi talvið bert fjúrtan leikir. Rani sum hevði svarta fólkið, leikti væl og útjavnði stutt inni [...] síni talv undan hesum umfari. Tummas M. Anthoniussen hevur verið álitið hjá klaksvíkingum í ár, og hesaferð lat hann sínar kynstir ganga útyvir John Jacobsen. John trýsti Tummas í byrjanini, men var ov bráður [...] hvør situr á fyrsta borði og tí verður eingin møguleiki hjá einstøkum at fyrireika seg. Stórmeistari ella ei, Hans Kristian tók uppgávu sína av álvara og fekk eina betri støðu við svarta fólkinum í miðspælinum
bólkum at geva fløgu út ella selja seg til konsertfyriskiparar. Á hesum økinum er tað ikki altíð at bólkurin, sum gerst nummar eitt í kappingini, eisini fær mestu umtaluna ella verður mest eftirspurdur [...] Ikki bara gull og krýning eru at vinna á Prix Føroyar finaluni hesaferð. Tann, ið fær flest stig frá dómarunum og harvið fær heitið »vinnari« hevur bara vunnið ein av fleiri vinningum, sum eru upp á spæl [...] útlendsk nøvn á skránni, men talan er tó ikki um tey mest kendu. Tey bæði útlendsku høvuðsnøvnini hesaferð eru Runrig úr Skotlandi og The Hannas úr Írlandi. Fyriskipararnir handan Nibe festivalin nevna tvær
næstan hálvan triðja tíma. Russ Taff og Lynda Randle brúktu nógva tíð til at tosa um Føroyar og teirra ferð her. Tey tóktust verða bergtikin av hesum lítla landinum mitt úti í Atlantshavinum, og Russ Taff var [...] KÍ-høllini sunnukvøldið var tann triðja í tríggjar dagar, men tað merktist ikki á nøkrum av tónleikarunum ella sangarunum, tí tey vóru væl uppløgd til konsertina. Kvartettin í Betesda legði fyri. Teir hitaðu stóru [...] upp til høvuðsnøvnini á konsertini, og tað gjørdu teir sera væl. Væl syngjandi kvartettin hevði hesaferð eitt fult orkestur í rygginum, og tað riggaði væl til tónleikin hjá teimum. Síðani kom Russ Taff
Flogbóltsfinala Fyri fyrstu ferð skal TB royna seg í steypafinalu í flogbólti, og hóast spenningurin á Tvøroyri sjálvsagt er stórur, so heldur venjarin hjá liðnum ikki, at hann fer at gera nakað serligt [...] plássið í kappingini. Royndir á muni Hóast hann soleiðis tykist ógvuliga bjartskygdur, so hvørki kann ella royndir venjarin at snúgva sær undan, at tá ræður um ein finaludyst, so kunnu royndirnar hava nakað [...] ungt, so er kortini bert talan um tríggjar av tíggju, sum í ár spæla í meistaradeildini fyri fyrstu ferð, og vit hava hóast alt eisini nakrar royndar leikarar, sigur Virgar. Ein hin royndasta hjá TB er annars
The Dreams og Linda Andrews. Tú kanst tú vera húsmóðir, vaskikona, bankamaður ella handverkari upp á tann rotna mátan, ella tú kanst verða tað upp á rock ‘n roll mátan. Kári Cool Tað er onki nýtt at kirkjan [...] sigursgongd fyri føroyskan ítrótt. Føroyingar vunnu fleiri heiðursmerki enn nakrantíð áður, og fyri fyrstu ferð vóru Føroyar fremst í heiðursmerkjabýtinum. 34 ferðir kundu føroysk ítróttarfólk taka ímóti gullh [...] kappingar vóru. Badminton tók øll á bóli og vann fleiri heiðursmerki, bogaskjúttarnir raktu aftur hesaferð plett, og alt endaði við einum sonnum drama, tá ið flogbóltskvinnurnar vunnu gull. Føroyingar vóru
Onglandi, Belgia ella Hollandi ans, svarar Rógvi avgjørdur, at hetta var tað mest áhugaverda tilboðið. - Fleiri tilboð vóru komin inn, men eg helt hetta vera tað mest konkreta, og hevði ikki tíð ella hug at bíða [...] verið umboðsmaður hjá Rógva, og hann er sera fegin fyri góða samstarvið. Tíðin í HB Rógvi kom fyrstu ferð til HB í 2001 og leikti síðani 4 ár í stríputa havnarfelagnum. Hesi árini gjørdist hann Føroyameistari [...] ætlað. Hesi árini Rógvi hevur leikt í HB, hevur hann verið Føroyameistari 4 ferðir og Steypavinnari 1 ferð. Hann hevur spælt 151 dystir og skorað 53 mál. Hann hevur verið ein ógvuliga eyðsýndur leikari, bæði
ringja við. Men hesaferð er tað fyri Ditlevi sjálvum, hon slær. Vit eru komin saman á hesum staði, sum stóð honum so nær, og sum hann var so góður við, at siga honum farvæl fyri seinastu ferð og bera hann [...] og » Tvass, legg ikki í,« tá okkurt var, ið ikki gekk, sum ætlað. Ella meira skemtandi »Nei, nei,nei. Hevur man vitað so galið?« ella »Hevur man kent tess maka?« Setningar, sum hjá okkum, ið starvaðust [...] var hann meira enn farin av vaktini, so fór Vága Heini glíðandi út um molan. Var tað seint á kvøldi, ella veðurlíkindi bilaðu, plagdi hann at fara »...suður um grótkastið at fáa til kettuna.« Alt kundi brúkast
at steðgitíðin hjá eini motorsúkklu við eini ferð upp á 300 km/t er langt oman fyri 900 metrar. T. v. s., at ein súkkla, sum er komin upp í so nógva ferð í tunnlinum, ongan møguleika hevur at steðga aftur [...] sjey bilførarar, sum fáa frádømt koyrikortið treytað, tí teir koyrdu yvir 30 km/t ella meira oman fyri hægst loyvdu ferð. Hevði tað verið eftir gomlu ferðslulógini, so mistu teir koyrikortið, men nýggja [...] ? Ferðin er størsti trupulleikin í ferðsluni. Hesa skjótu og greiðu niðurstøðu ger Jan Fossaberg, ferðslupolitistur í Havn, tá vit hitta hann á politistøðini í Havn mánadagin seinnapartin. Síðani 1993