Tey sum ferðast hava í heitaru londunum, kenna ivaleyst rópini Jalla Jalla. Orðini eru arabisk og merkja á okkara máli ?Skund tær? ella ?Kom nú? og bera brá av ótolni.
Rættuliga sjálvspeiandi er hetta eisini heiti á best umtókta filmi í Svøríki. Ikki færri enn 800.000 sviar hava higartil sæð skemtifilmin Jalla Jalla, sum tikin varð eftir 30 døgum í Svøríki og har flestu ættarfólk leikstjórans medvirkaðu. Nú er filmurin í uppskoti at vinna ein Oscar sum besti fremmandi filmur.
Svenska viðarlundin
Í filminum eru teir báðir Måns og Roro bestu vinir og arbeiða í eini svenskari viðarlund. Persónliga hava báðir sítt at stríðast við ? Måns við konuna og Roro við libanesiska pápan, sum er farin undir at fyrireika brúdleypið hjá soninum. Ferð kemur á, tá Roro og ætlaða brúðurin Yasmin lata, sum um tey geva seg undir vilja faðirsins, tí so verður Yasmin ikki send aftur til Libanon at verða gift har.
Hesin fyrsti filmurin hjá Josef Fares hevur gingið sína sigursgongd í heimlandinum Svøríki, har hann er tann innlendski filmurin, sum hevur havt flestar áskoðarar seinastu mongu árini. At tað liggur raðið fyri hjá svenskum leikstjórum at gera skemtifilmar prógvar ikki minst filmurin Adam och Eva, og í so máta er Jalla Jalla heldur ikki nakað undantak.
Tvingsilshjúnalag
Fares gevur eina kærleiksfulla og sera fína mynd av einum ungum tilflytara og svensku tilveru hansara uttan á nakran hátt at gerast belærandi. Tað er ongantíð nakar ivi um, at handan skemtið verða viðgjørd sera álvarslig evni, og filmurin er ein sera heppin roynd at gera ein skemtileik, ið lýsir kærleika, vinalag og tvingsulshjúnalag á ein virðiligan hátt.
Oscar virðisløn?
Sviar hava skotið upp, at filmurin Jalla Jalla fær Oscar virðisløn sum besti útlendski, ella ikki-amerikanski filmur í ár. Hinvegin vilja danir heldur at danski filmurin Italskt fyri byrjarar fær hesa virðisløn, meðan norðmenn heldur vilja at norski filmurin Elling eigur at fáa hesa ársins filmsvirðisløn.
Ein kappingarneyti hjá øllum verður tó helst franski filmurin Amélie frá Montmartre, sum fyri jól fekk fremstu evropeisku filmsvirðislønina. Tilsamans fimm filmar úr øllum luttakandi londunum sleppa at dystast um virðislønina.
Leikstjórin Josef Fares sigur, at tað hevði verið ótrúligt at vunnið. ?Men helst er mín filmur alt ov stuttligur. Tað eru tyngri og álvarsamari filmar, ið vinna? sigur hann. Og her kunnu vit bara skoyta uppí vísu orð Otto Leisners, at einki er álvarsamari enn skemt og undirhald.
Hin 22. januar kemur filmurin Jalla Jalla á video og DVD-marknaðin. Men longu mánakvøldið 7. januar er høvi at síggja henda skemtiliga og hugvekjandi filmin á tí stóra løriftinum í Norðurlandahúsinum. Sýningin byrjar klokkan 19:30 og tað er filmsfelag Norðurlandahúsins KLIPP, sum skipar fyri.