Russ Taff vil hava Gaither til Føroya

Amerikansku gospelsangararnir Russ Taff og Lynda Randle høvdu um vikuskiftið tríggjar konsertir í Føroyum, og tey eru so hugtikin av Føroyum, at tey nú vilja hava øll Gaither-fólkini at koma til Føroya at gera ein konsertfilm

Sunnukvøldið settu Russ Taff og Lynda Randle punktum fyri teirra konsertferð í Føroyum við eini konsert í KÍ-høllini í Klaksvík. Eini 800 fólk mundu vera til konsertina, har gospeltónleikurin floymdi í stríðum streymi í næstan hálvan triðja tíma.
Russ Taff og Lynda Randle brúktu nógva tíð til at tosa um Føroyar og teirra ferð her. Tey tóktust verða bergtikin av hesum lítla landinum mitt úti í Atlantshavinum, og Russ Taff var ikki í iva um, hvat hann helt næsta stigið skuldi verða, nú hann hevur verið her tvær ferðir.
? Eg tosaði við Bill Gaither fríggjadagin, og eg greiddi honum frá, hvussu fantastiskt tað er her í Føroyum. Eg segði við hann, at hann má koma her at hava eina konsert og gera ein dvd-film úr Føroyum. Hann bæð meg taka nógvar myndir og hava tær við heimaftur, segði Russ Taff.

Lokka Gaither
Bæði Russ Taff og Lynda Randle eru partur av Gaither Homecoming Friends, og í september mánaði fara tey á 10. konsertferðina í USA. Hetta eru sera væl umtóktar konsertir, har fólk í hópatali eru og lurta.
Konsertfilmarnir frá hesum konsertum verða seldir í stórum tali um allan heim, og eisini í Føroyum eru teir væl umtóktir.
? Lynda hevur eisini ringt il Gaither fyri at fortelja honum um Føroyar, so nú arbeiða vit fyri at fáa Gaither til Føroya at gera ein konsertfilm, segði Russ Taff og fekk nógvar lógvabrestir fyri tað.

Føroyskir tónleikarar løgdu botnin
Konsertin í KÍ-høllini sunnukvøldið var tann triðja í tríggjar dagar, men tað merktist ikki á nøkrum av tónleikarunum ella sangarunum, tí tey vóru væl uppløgd til konsertina.
Kvartettin í Betesda legði fyri. Teir hitaðu stóru áskoðarafjøldina upp til høvuðsnøvnini á konsertini, og tað gjørdu teir sera væl. Væl syngjandi kvartettin hevði hesaferð eitt fult orkestur í rygginum, og tað riggaði væl til tónleikin hjá teimum.
Síðani kom Russ Taff á pallin við sínum føroyska bólki, og hann sang nakrar av sínum kendu sangum, áðrenn Lynda Randle eisini kom á pallin.
Tónleikaliga støðið var høgt, tí føroysku tónleikararnir vóru væl samanspældir og fingu rættiliga tann lívliga gospeltónleikin at strúka avstað.

Stórir sangarar
Konsertin sunnukvøldið vísti tveir amerikanskar sangarar við framúr góðum røddum. Lynda Randle hevur eina sterka og inniliga rødd, sum hon til fulnar dugir at brúka, og Russ Taff meistrar við síni frálíku rødd at syngja bæði stilt og vilt. Ikki minst sangirnir hjá honum, sum koyrdu við fullari ferð, riggaðu væl, og tá ið tey bæði góvu eitt eykanummar til seinast, gekk alt upp í eina hægri eind við svingandi tónleiki og flottum sangi.
Tað varð tosað nógv undir konsertini, og tað tóktist við hvørt eitt sindur langdrigið til júst hetta høvi, tá ið Taff og Randle skuldu greiða frá ymiskum. Men hetta var ein heilt serlig konsert við eini blanding av framførslum, felagssangi og talu, og tí var einki skeivt í tí.
Russ Taff segði við Sosialin undan sínum konsertum í Føroyum, at ein sálmur er sum 10.000 prædikkur. Hetta kvøldið vísti eisini, at gospelsangur er sera sterkur ? ikki minst tá ið hann verður so væl spældur og sungin sum á hesari konsertini.