Juli 2009: Føroyar vunnu Oyggjaleikirnar

Føroyar vunnu fleiri heiðursmerki enn nakrantíð áður, tá ið Oyggjaleikirnir vórðu hildnir á Álandi. Føroysku svimjararnir slóðaðu fyri einari óvanligari føroyskari sigursgongd

Oyggjaleikirnir á Álandi gjørdust ein sigursgongd fyri føroyskan ítrótt. Føroyingar vunnu fleiri heiðursmerki enn nakrantíð áður, og fyri fyrstu ferð vóru Føroyar fremst í heiðursmerkjabýtinum.

34 ferðir kundu føroysk ítróttarfólk taka ímóti gullheiðursmerkjum, og tað vóru ikki minst føroysku svimjararnir, sum gingu á odda fyri føroyska ítróttarliðnum. Kappingarnar í svimjing eru nógvar, og harvið eru eisini nógv heiðursmerki at stríðast um. 21 ferðir eydnaðist tað føroyskum svimjarum at vinna gull.

Eisini aðrar ítróttargreinar togaðu gullmerki heim til Føroya, og fleiri spennandi og dramatiskar kappingar vóru. Badminton tók øll á bóli og vann fleiri heiðursmerki, bogaskjúttarnir raktu aftur hesaferð plett, og alt endaði við einum sonnum drama, tá ið flogbóltskvinnurnar vunnu gull.


Føroyingar vóru stoltir av ítróttarfólkum sínum, sum vunnu heiðursmerkjabýtið, og prátið gekk dúgliga um at fáa Oyggjaleikirnar aftur til Føroya.

Sjálvt løgmaður róði fram undir, at almennu Føroyar skuldu virka fyri at fáa stóru oyggjakappingina til Føroya.

- Úrslitini tala fyri seg. Tað, sum ítróttarfólk okkara avrikaðu á Álandi var heilt framúrskarandi, og tað fegnast vit øll um. Men tað gevur okkum eisini eina ábyrgd, tí tað er eyðsæð, hvussu stóran týdning leikirnir hava fyri okkum. Bæði ítróttarliga og mentanarliga, segði Kaj Leo Johannesen.



Heiðursmerki

á Oyggjaleikum


Gull silvur bronsa

Føroyar 34 23 24

Isle of Man 29 30 29

Jersey 24 37 19

Guernsey 21 12 27

Gotland 21 11 23

Áland 16 19 18

Bermuda 14 6 12

Minorka 9 7 11

Cayman 7 4 3

Saaremaa 6 9 10





Hans Pauli fór frá

Eitt mál um meirnýtslu uttan heimild endaði við, at landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, legði frá sær. Hann hevði hug at geva Tjóðveldi skyldina fyri sína avgerð, tí flokkurin hevði ført heksjakt ímóti sær.

- Tey hava ført eina heksajakt ímóti mær fyri at fáa meg frá, segði Hans Pauli Strøm.

Hetta vil Tjóðveldi ikki hoyra talan um.

- Meirnýtslan hjá Hans Paula Strøm var av einum heilt serligum slagi og tí kundu vit ikki sita tigandi og hyggja at, sigur Høgni Hoydal.




Sushi í Føroyum

So kom sushi-rákið umsíðir til Føroya. Matstovan Etika, sum liggur á Áarvegnum í Havn, bjóðar nú føroyskum sushi. Tað er Hotel Føroyar-samtakið, sum letur hetta øðrvísi mat- og vínstaðið upp.

Sushi, sum hevur verið sera vælumtókt í grannalondunum seinastu árini, er japanskur fiskarættur við ráum fiski, serligum rísi, tara og grønmeti. Fólkini handan Etika ivast ikki í, at sushi fer at fella í góða jørð í Føroyum, tí føroyingar ferðast nógv, og hava roynt tað aðrastaðni.


Mamma og dóttir pedagogar sama dag

Tað var ein stórur dagur, tá ið mamma og dóttir fingu prógv sum pedagogur sama dag. Kristina og Vónbjørt Nybo hava báðar tikið pedagogútbúgving í Danmark, og tað gjørdu tær, tí tær fingu ikki pláss á skúla í Føroyum.

- Gongur sum ætlað, koma vit nokk heimaftur um tvey ár, sigur dóttirn Vónbjørt, sum flutti til Danmarkar við sjeikinum og soninum. 



Nýggjur festivalur

Festivalurin Við Múrin varð hildin fyrstu ferð í juli mánaði, og tiltakið sjálvt eydnaðist sum heild væl. Seinni kom fram, at ov fá fólk vóru til festivalin fyri at hann kundi bera seg fíggjarliga. Ummælarin hjá Sosialinum skrivaði millum annað um Múrin, at hóast onkrar barnasjúkur vóru við fyrireikingini, gekk tað væl at avvikla festivalin. Millum tey, sum spældu við Múrin, vóru Trentemøller, Ace of Base, Mc Hár, Pipar & Salt, The Dreams og Linda Andrews.




Tú kanst tú vera húsmóðir, vaskikona, bankamaður ella handverkari upp á tann rotna mátan, ella tú kanst verða tað upp á rock ‘n roll mátan.

Kári Cool


Tað er onki nýtt at kirkjan leggur dent á reinføri, men tað er væl møguligt, at vit eisini fara at geva ávísar leiðreglur fyri at forða svínakrími at spjaða seg.

Jógvan Fríðriksson, bispur