Føroyski landsliðsspælarin og fyrrverandi liðskiparin á U21-landsliðnum, Helgi Hildarson Hoydal, var í dag lagdur undir skurð fyri knæskaða. Hetta er ikki fyrstu ferð at knæið gevur unga hoyvíkinginum [...] skal sterki strikuspælarin halda steðg frá hondbólti í einar tríggjar-fýra mánaðar. Helgi Hildarson Hoydal harmast um støðuna. - Tað er sjálvandi øgiliga óheppið at missa kappingarársendan vegna skaða. Kenslan [...] at ikki kunna vera við til spennandi endan, har vit stríddust í toppinum av deildini, sigur Helgi Hoydal og heldur fram: - Eg var eisini óheppin at bróta mær fótin við landsliðnum í Italia, og tað var sera
Helgi Hildarson Hoydal verður partur av EM-hópinum, sum skal til Berlin í januar. Helgi er innkallaður, og verða tað sostatt 19 mans, sum fara avstað til Týsklands. Smáskaðar gera um seg í hópinum, og [...] Rasmussen, Aarhus HC (DEN) Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE) Ísak Vedelsbøl, H71 Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand Topphåndbold (NOR) Av hesum 19 vera 16 leikarar við til hvønn dyst. Føroyski hópurin
Fyrrverandi liðskiparin á føroyska U-21 landsliðnum, Helgi Hildarson Hoydal kunnger í dag, at hann hevur skrivað sáttmála við norska felagið, Viking Stavanger. Felagið spælir í næstbestu norsku deildini [...] við tveir føroyingar, eftir at eisini Kjartan Johansen skrivaði sáttmála herfyri. Helgi Hildarson Hoydal hevur seinastu mánaðarnar drigist við ein knæskaða, so tað bar ikki til hjá honum at royndarvenja [...] saman við Kjartani, ið eg altíð havi havt gott samstarv við á landsliðnum, sigur Helgi Hildarson Hoydal. - Tað verður møguliga eitt fet aftur í støði, men eg vænti at tað verður eitt stórt fet fram fyri
Helgi Hoydal skiftir til Odder í 1.deild í Danmark. Felagið hevur Henrik Gerster sum venjara. Helgi Hoydal er liðskiparin á U21 landsliðnum, sum skal til Algeria í summar til HM endaspælið. - Eg skifti [...] fleiri ungar spælarar í menning. Eg eri spentur at gerast ein partur av tí, sigur Helgi Hoydal. Fyrst skal Helgi Hoydal hjálpa H71 at vinna FM, áðrenn farið verður til Algeria í summar við U21 landsliðnum [...] HM-endaspælið í Algeria í summar. Eg fari at lesa á Aarhus Universitet og spæla við teimum, sigur Helgi Hoydal. Tað hevur staðið á í eina tíð, at strikuspælarin hjá H71 ætlar sær av landinum at spæla hondbólt
tjóðsangin og síggja Merkið í høllini, kann ikki sammetast við nakað annað. (Klumma hjá Helga Hildarson Hoydal, hondbóltslandsliðsspælara, í samband við at spæla heimadyst á útivølli í Sosialinum 31. august) [...] Men lat ongan iva vera um, at eg hevði heldur viljað spælt í Føroyum, um eg slapp at velja. Helgi Hoydal, Liðskipari á U21-landsliðnum í Algeria
Helgi H. Hoydal skoraði fimm mál, og var kosin at vera dagsins leikari, og Pauli Mittún skoraði fýra mál, tá Kristiansand vann seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini við stórsigri á heimavølli
Tað gongur væl hjá føroysku landsliðsspælarunum, Helga H. Hoydal og Kjartani Johansen í næstbestu norsku hondbóltsdeildini. Í dag vann Stavanger á heimavølli 24-23 á Sandefjord í einum dramatiskum dysti [...] sekund vóru eftir av dystinum. Kjartan gjørdist toppskjútti hjá Stavanger við sjey málum, og Helgi H. Hoydal sum skoraði seks mál var valdur til besta spælaran á vøllinum. Í steðginum var støðan javnleikur
Navnframi strikuspælarin á hondbóltslandsliðnum, Helgi Hoydal, hevur brotið fótin og skal sigta uttanfyri í upp til tveir mánaðir. Hann beklaði í dystinum móti Ukraina í gjár. Les eisini: Stór og sterk [...] 30-22 fyri Ukraina í fyrsta dystinum av trimum í HM undankappingini. í seinna hálvleiki mátti Helgi Hoydal hjálpast av vøllinum, tá hann beklaði. Hann hevur í dag verið á sjúkrahúsinum og fingið tikið rønktenmynd [...] havi brotið uttasta beini í fótinum. Eg má nokk sita uttanfyri í einar tveir mánaðir, sigur Helgi Hoydal, tungur á málinum. Strikuspælarin er í høllini saman við spælarunum, nú teir hita upp til dystin
endanum av seinna dystinum var Helgi Hildarson Hoydal óheppin í verjustøðu, tá ið hann brádliga fekk ilt í knæið og mátti lata seg skifta út. Helgi Hildarson Hoydal hevur tvær ferðir seinastu tvey árini skrætt [...] tók ein part av henni burtur. Viking Stavanger skrivar í dag, at felagið óttast at Helgi Hildarson Hoydal verður ikki við restina av kappingarárinum við orðunum: "Utrolig synd for oss, men ikke minst utrolig [...] for Helgi" - Sera harmiligt fyri okkum, men ikki minst sera harmiligt hjá Helga. Helgi Hildarson Hoydal fer undir skurð fyrrapartin í dag - In.fo hevur ikki enn frætt hvør loysnin verður
Stavanger eru tey glað fyri føroyingar. Í ár hava teir tríggir, Kjartan Johansen, Helgi Hildarson Hoydal og Jónas Gunnarsson Djurhuus roynt seg við felagnum. Norðmenn lata væl at og longdu herfyri sáttmálan [...] sáttmálan við Kjartan Johansen. Í dag hevur felagið so eisini longt sáttmálan við Helga Hildarson Hoydal við einum ári. Føroyski landsliðsleikarin sigur seg trívast væl í Viking og vísir á at tað er eitt [...] venjingarmongd, soleiðis at eg kann gerast heilt skaðafríður innanfyri stutta tíð, sigur Helgi Hildarson Hoydal Viking Stavanger endaði á sjeynda plássi í næstbestu norsku deildini í ár - trý stig frá uppflyt