Helgi Hoydal skiftir til Odder í 1.deild í Danmark. Felagið hevur Henrik Gerster sum venjara. Helgi Hoydal er liðskiparin á U21 landsliðnum, sum skal til Algeria í summar til HM endaspælið.
- Eg skifti til Odder aftaná HM-endaspælið í Algeria í summar. Eg fari at lesa á Aarhus Universitet og spæla við teimum, sigur Helgi Hoydal.
Tað hevur staðið á í eina tíð, at strikuspælarin hjá H71 ætlar sær av landinum at spæla hondbólt. Í fyrstu atløgu verður tó ikki talan um fulltíðarhondbólt.
- Eg fái ikki sáttmála í fyrstu atløgu. Eg hevði hugsað um at fara til Aarhus at lesa. Tá so Henrik Gerster ringdi og spurdi um eg hevði hug at spæla við teimum, so tók eg av, sigur Helgi Hoydal.
Odder spælir í næstbestu deildini í Danmark. Liðið liggur í løtuni á 10. plássi av 14.
- Tað er eitt lið við stórum ambitiónum, og einum stórum netverki. Liðið hevur ikki klárað seg so væl í ár, men teir hava verið úti og gjørt greitt at teir vilja í toppin av 1.división skjótast gjørligt. Liðið hevur eisini fleiri ungar spælarar í menning. Eg eri spentur at gerast ein partur av tí, sigur Helgi Hoydal.
Fyrst skal Helgi Hoydal hjálpa H71 at vinna FM, áðrenn farið verður til Algeria í summar við U21 landsliðnum.