Navnframi strikuspælarin á hondbóltslandsliðnum, Helgi Hoydal, hevur brotið fótin og skal sigta uttanfyri í upp til tveir mánaðir. Hann beklaði í dystinum móti Ukraina í gjár.
Les eisini: Stór og sterk mótstøða
Føroyar taptu í gjár 30-22 fyri Ukraina í fyrsta dystinum av trimum í HM undankappingini. í seinna hálvleiki mátti Helgi Hoydal hjálpast av vøllinum, tá hann beklaði. Hann hevur í dag verið á sjúkrahúsinum og fingið tikið rønktenmynd.
Les eisini: Helgi spælir ikki aftur
- Eg havi brotið uttasta beini í fótinum. Eg má nokk sita uttanfyri í einar tveir mánaðir, sigur Helgi Hoydal, tungur á málinum.
Strikuspælarin er í høllini saman við spælarunum, nú teir hita upp til dystin móti Rumenia. Hann verður ikki heilt arbeiðisleysur, tí hann verður rundanum hópin í upptaktini og í hálvleikinum. Somuleiðis verður hann viðmerkjari á Rás2, sum sigur beinleiðis frá dystinum.
Dysturin millum Føroyar og Rumenia byrjar klokkan 15.30. Byrjað verður at senda eftir tíðindini klokkan 15.
Ferðafrásøgn út Italia: