Helgi fingið enn ein knæskaða

Meniskan hjá Helga H. Hoydal er skrædnað fyri triðju ferð - fer undir skurð í dag

Í landsdystinum móti Grønlandi farna vikuskiftið var nógv at fegnast um hjá føroyska hondbóltslandsliðnum. Men móti endanum av seinna dystinum var Helgi Hildarson Hoydal óheppin í verjustøðu, tá ið hann brádliga fekk ilt í knæið og mátti lata seg skifta út.

 

Helgi Hildarson Hoydal hevur tvær ferðir seinastu tvey árini skrætt meniskuna í høgra knæi, og hann tóktist ikki í iva um at tað var sama skil hesaferð.

Í 2017 fór hann undir skurð og tók helvtina av meniskuni burtur, men tá ið hin helvtin skrædnaði í fjør mátti hon seymast saman aftur.

 

Í gjár var óttin so staðfestur. Hálva meniskan er aftur skrædnað, og spurningurin er hvat verður gjørt við tað. Møguleikarnir eru at seyma hana saman aftur, ella taka restina burtur.

Seinast landsliðsleikaran var seymaður gekk út við eitt hálvt ár, áðrenn hann var aftur á vøllinum, meðan tað gingu seks vikur tá ið hann tók ein part av henni burtur.

 

Viking Stavanger skrivar í dag, at felagið óttast at Helgi Hildarson Hoydal verður ikki við restina av kappingarárinum við orðunum: "Utrolig synd for oss, men ikke minst utrolig synd for Helgi" - Sera harmiligt fyri okkum, men ikki minst sera harmiligt hjá Helga.

 

Helgi Hildarson Hoydal fer undir skurð fyrrapartin í dag - In.fo hevur ikki enn frætt hvør loysnin verður