Helgi H. Hoydal skoraði fimm mál, og var kosin at vera dagsins leikari, og Pauli Mittún skoraði fýra mál, tá Kristiansand vann seg í fjórðingsfinalurnar í norsku steypakappingini við stórsigri á heimavølli.
Kristiansand vann 42-25 á Nordstrand. Longu í steðginum var Kristiansand á odda 23-11, og tá var sigurin greiður.
Liðið hjá Kjartani Johansen, Bækkelaget tapti stórt 21-33 (9-14) fyri Arendal á útivølli í sínari áttandapartsfinalu.
Kjartan var ikki við á liðnum hjá Bækkelaget í kvøld.










