FM seinast í 1999. Sosialurin ynskir Havnar Róðrarfelag og manningini á Ørvi hjartaliga tillukku við FM heitinum. Kvinnurnar á Gongurólvi, sum eisini hoyrir til Havnar Róðrarfelag, vunnu eisini FM leygardagin [...] og undan Vestanstevnuni høvdu tær vunnið allar fimm FM kappingarnar, men nú gjørdust tær ov stuttar til sigurin og endaðu á triðja plássi. Men eingin kann taka frá Gongurólvi, at tær eru FM vinnarar, og [...] luttøkan í høvuðsstaðnum størst, og hagani eru flestu bátarnir, sum standa seg væl. Leygardagin átti Havnar Róðrarfelag fýra vinnarar. Umframt Ørv og Gongurólv vunnu dreingirnir við Sílinum og genturnar umborð
bara er eitt stig aftanfyri Blik, og harvið er tað upp til Dreka manningina at gera av, um tær skulu vinna fyrsta FM heitið í gentukappingini til Havnar Róðrarfelag, uttan at tað er Sílið, sum stendur fyri [...] Junkarin og Firvaldur hildu umleið somu plássini, sum tær hava gjørt fyrr í summar. Einki var at síggja til Fípuna Føgru, sum hevur verið við í øllum hinum kappingunum. Harafturímóti var Tekla við. Hon var m [...] Ólavsøku. Blikur er framvegis fremstur, men úrslitini hjá Drekanum tvær tær seinastu ferðirnar leggja upp til, at tær eru favorittar at vinna á Ólavsøku og harvið at gerast meistarar.
kunstnaratiltaki, spurnarkapping og setti vørur fram til kundan at royna seg við o.s.fr. Leygardagin 21. juni var eitt kunstnaratiltak í Ìtrivsdeildini hjá Havnar Timburhandli. Maria Mørkøre, listakvinna úr Klaksvík [...] Myndirnar vórðu sýndar fram til og við týsdagin 1. juli, har tey sum kundu hugsa sær at fari í gongd við at mála, kundu koma inn á gólvið og royna hesa máling. Edith Mørkøre skal til Danmarkar at framleggja [...] reytt og gult?" so kundu tey royna seg við at taka pensilin og blanda hesar litir saman og finna fram til úrslitið. Maria sýndi fram 20 myndir, ið eru málaðar við Artisan oljumáling. Hon málar dagliga við
og harvið vann 8?mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag meistaraskapin við maner. Ørvur hevur fult stigatal, og hann er fjúrtan stig frammanfyri næsta bátin. Tað ber ikki til at tosa um nakran kappingarneyta [...] kappingar. Knørrur var tað mesta av einari hálvari bátslongd á odda eftir fyrsta spurtin, og munurin aftur til næstu bátarnar hevði hug at leingjast eina løtu. Men tað skalaði ikki teir umborð á Ørvi, at teir ikki [...] ikki fingu besta startin. Sjálvsálitið er, sum tað skal vera, og tað er væl skiljandi. Ørvur helt seg til sítt. Áralagið var, sum tað plagar at vera, taktikkurin var, sum hann plagar at vera, og tá ið róðurin
við Elsu Sofíu, f. Joensen, úr Sumba, sum doyði í 1961 bert 46 ára gomul. Stutt eftir flutti Arni til Havnar saman við dóttrini Marin Kristinu. Í 1965 giftist Arni við Sofíu, f. Olsen, úr Vestmanna og fingu [...] gjøgnum sítt arbeiði at gerast væl kendur millum manna. Sum blaðungur, bert 14 ára gamal, fór Arni til skips, og sigldi hann í nógv ár við ymiskum skipum. Seinni tók hann við eftir pápa sín og fór at reka [...] frítíðini bygt síni egnu hús, fyrst í Sumba og síðan í Janstovugøtu í Havn. Har umframt var hann við til at byggja fleiri onnur sethús. Tað er tí natúrligt, at hann eitt tíðarskeið arbeiddi innan byggiídnaðin
ein garð. Maðurin varð fyrst fluttur á Suðuroyrar Sjúkrahús, men seinni var neyðugt at flyta hann til Havnar, har hann varð lagdur undir skurð fyri beinbrotið. Løgreglan hevur tikið blóðroynd av manninum [...] misti førarin tamarhaldið á bilinum og fór niðanav vegnum. Løgreglan veit ikki at siga, hvør orsøkin til óhappið var. Týsdagin var eitt annað ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Havn, har tveir bilar stoyta saman
børnum og ungum úr norðurlondum. Verkið ið framført varð, var til á staðnum, soleiðis at skilja, at øll vóru við til at gera tónleikin. Til tónleikin var so dansibólkar settir at gera dans og riggaði hetta [...] Í døgunum frá 25. til 31. juni 2003 luttóku næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla á norðurlendskari tónleikastevnu hjá Nordisk Musikpædagogisk Union (NMPU) í Íslandi. Talan var um tveir bólkar, eitt harm [...] ur. Harmoniorkestrið, undir leiðslu av Peder Riis-Jensen, varð mannað av børnum í aldrinum frá 10 til 15 ár, meðan guitarbólkurin, ið Ólavur Jakobsen og Bo Isholm stjórnaðu, varð mannaður við framkomnum
opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 10.00 til kl. 15 [...] Týsdag-fríggjadag kl. 10.00-17.00. Drekkamunnur er at fáa hvønn dag, eins og bløðini eru til taks. Frá 1. juli til 18. august hava vit opið frá kl. 13.00-17.00. Á ólavsøku verður fotoframsýning av útoyggjamyndum [...] leygardag kl. 19.00. Blái Krossur ? Glyvrar bjóðar til eftirviðgerðarfund hvørt mánakvøld kl. 19 í hølunum hjá Bláa Krossi á Glyvrum. Blái Krossur ? Eiði bjóðar til eftirviðgerð í Losjuni á Eiði annaðhvørt týskvøld
gamal flutti hann saman við foreldrum sínum til Havnar at búgva. Í 1959 fluttu tey til Klaksvíkar, tá pápin, Dávur Jacobsen, sum var byggimeistari, var við til at byggja Klaksvíkar Sjúkrahús. Sum 14 ára [...] læru sum bilmekanikari hjá Rósing Rasmussen í Søldarfirði. Hetta var í Í 1967. Hann var onkran túrin til skips meðan hann lærdi. Seinni fekk hann sær egnan lastbil og koyrdi í eini trý ár. Í 1977-78 var hann [...] Berg á Glyvrum. Í 1979 stovnaði hann sína egnu fyritøku í Søldarfirði, Essan, sum var ein verkstaður til umvæling av lastbilum, bussum, gravimaskinum og øðrum tungum akførum. Í 1981 flutti Essan inn í nýggj
Henrik Old, Takk fyri svar til viðmerking mína til viðgerðina av málinum um samanknýting av tveimum samferðsluverkætlanum í Suðuroy. Eg skal ikki gera stórvegis viðmerkingar til rættingina hjá tær av tí [...] Øravík-Hov tunlinum til samferðsluhavnina. Hendan sparing er ikki heilar 15 mió. kr av tí einføldu orsøk, at tað eru onnur alternativ til grótnýtsluna. Her kundi t.d. verið hugsað um aðrar havnar- ella vegagerðir [...] kr...". Metingin um tær 15 mió. kr. stavar harafturímóti frá NCC í skrivi til Hergeir Nielsen dagf. 06.02.2003. Í álitinum til tingmál 49/2002 frá vinnunevnd løgtingsins stendur: "Sostatt kunnu á leið