Mest sannførandi vinnarin av øllum í Sandavági var Ørvur. Hann var meiri enn eina bátslongd frammanfyri næstu kappingarneytarnar, og harvið vann 8?mannafarið hjá Havnar Róðrarfelag meistaraskapin við maner. Ørvur hevur fult stigatal, og hann er fjúrtan stig frammanfyri næsta bátin. Tað ber ikki til at tosa um nakran kappingarneyta hjá Ørvi.
At tað kiksaði hjá kvinnunum umborð á Gongurólvi í Sandavági hevur við sær, at tað nú bara er Ørvur, sum hevur vunnið allar róðrarnar í hesum kappingarárinum. Tað er ilt at ímynda sær nakran annan vinnara í ólavøkuróðrinum enn Ørv, og harvið verður hann bæði besti kappróðrarbáturin yvirhøvur í ár, samstundis sum hann verður fyrsti báturin yvirhøvur, sum vinnur sjey róðrar í einum og sama ári. Talan er jú um fyrsta árið, har tað eru sjey FM róðrar á skránni.
Knørrur legði bragdliga fyri. Tað kendist sum um teir umborð á 8?mannafarinum hjá Knørrafelagnum ætlaðu ikki at standa aftanfyri 6?mannafarið bæði við kvinnum og monnum hjá sama felag, sum vunnu sínar kappingar. Knørrur var tað mesta av einari hálvari bátslongd á odda eftir fyrsta spurtin, og munurin aftur til næstu bátarnar hevði hug at leingjast eina løtu.
Men tað skalaði ikki teir umborð á Ørvi, at teir ikki fingu besta startin. Sjálvsálitið er, sum tað skal vera, og tað er væl skiljandi. Ørvur helt seg til sítt. Áralagið var, sum tað plagar at vera, taktikkurin var, sum hann plagar at vera, og tá ið róðurin var einar trý hundrað metrar gamal, fór tað at líkjast tí, sum tað hevur verið allar hinar ferðirnar. Ørvur tók Knørr, sum kortini ikki datt heilt afturav. Knørrur var støðugt við í kappingini um næstu plássini, og á málinum var munurin frá fjórða plássinum hjá teimum og fram til næsta bátin ein evarska lítil hálvur skutur.
Ørvur vann sannførandi, og kappingin var bara um næstfremsta plássið og harvið telving um undan Ólavsøku at liggja best fyri í kappingini um silvurkrónurnar. Argjabáturin var drúgvastur í kappingini við Kvívíkingin og Knørr, men munurin var rættuliga lítil. Frá Argjabátinum á næstfremsta plássinum og aftur til Knørr á fjórða plássinum var munurin minni enn ein hálv bátslongd, og inn ímillum teir báðar kom Kvívíkingurin á mál.
At Argjabáturin var frammanfyri Kvívíkingin ber við sær, at teir á Argjum nú hava bestu silvurkortini á hondini. Um plaseringarnar á Ólavsøku verða, sum tær hava verið higartil, so verður Argjabáturin næstbestur, sjálvt um tað skuldi tørnað soleiðis út, at Kvívíkingurin verður nummar tvey og Argjabáturin nummar trý í síðsta róðrinum. At Ørvur fer at vinna á Ólavsøku, er tað neyvan nakar ivi um.