Tað eru framvegis fleiri boð upp á FM heitið í kappingini millum 5?mannafør við gentum. Blikur er eisini eftir Vestanstevnuna fremst í FM kappingini, men nú hava tær á Argjum rættuliga fingið kapping frá Dreka manningini, sum rættuliga hevur gjørt um seg, síðani tær fingu nýtt far at rógva í. Fyrst vann Drekin í Fuglafirði, og leygardagin vóru tær aftur fyrstar á mál. Tað hevur við sær, at Drekin bara er eitt stig aftanfyri Blik, og harvið er tað upp til Dreka manningina at gera av, um tær skulu vinna fyrsta FM heitið í gentukappingini til Havnar Róðrarfelag, uttan at tað er Sílið, sum stendur fyri tí. Sílið vann FM í fjør, og Drekin við gentumanning hevur ongantíð vunnið FM. Drekadreingirnir vunnu í 1993 og aftur í 1996 og í 1997.
Sílið, sum endaði á triðja plássinum leygardagin, og Havfrúgvin, sum gjørdist nummar fýra, hava framvegis møguleika at vinna FM. Um Sílið skal gerast meistari, so skulu tær vinna á Ólavsøku, og so skal Blikur ikki verða nummar tvey. Møguleikin hjá Havfrúnni er eftir soltna úrslitið hesa ferð nógv minni. Havfrúgvin skal vinna á Ólavsøku, og so skulu fleiri aðrir lutir ganga upp. Tað ger einki, um Sílið verður nummar tvey, tí so verður Havfrúgvin meistari við sama stigatalið sum Sílið. Men um tað skal eydnast Havfrúnni at vinna FM við sama stigatali sum Sílið, so skal onkur annar bátur enn Blikur ella Drekin gerast nummar trý, og tað er rættuliga óhugsandi.
Leygardagin var Ørnin nummar fimm í heimasjógvi. Tær vóru eina lítla bátslongd aftanfyri Havfrúnna. Junkarin og Firvaldur hildu umleið somu plássini, sum tær hava gjørt fyrr í summar. Einki var at síggja til Fípuna Føgru, sum hevur verið við í øllum hinum kappingunum. Harafturímóti var Tekla við. Hon var m. a. mannað við fleiri, sum undanfarnu árini hava sett dám á umborð á Páll Fanga, og sum nú eru komnar av flatlondum at halda summarfrí.
Sílið tóktist fáa besta startin, og eina løtu høvdu tær hug at fara tað mesta av einari bátslongd frá kappingarneytunum. Havfrúgvin fylgdi væl við fyrra partin av málinum, men sum kappingin leið, vóru tað Blikur og Drekin, sum bjóðaðu av, og hesir báðir bátarnir vunnu á Sílinum. Drekin var drúgvastur, og so er stóri spurningurin, hvussu tað verður á Ólavsøku. Blikur er framvegis fremstur, men úrslitini hjá Drekanum tvær tær seinastu ferðirnar leggja upp til, at tær eru favorittar at vinna á Ólavsøku og harvið at gerast meistarar.









