Í døgunum frá 25. til 31. juni 2003 luttóku næmingar úr Tórshavnar Musikkskúla á norðurlendskari tónleikastevnu hjá Nordisk Musikpædagogisk Union (NMPU) í Íslandi.
Talan var um tveir bólkar, eitt harmoniorkestur og ein guitarbólkur. Harmoniorkestrið, undir leiðslu av Peder Riis-Jensen, varð mannað av børnum í aldrinum frá 10 til 15 ár, meðan guitarbólkurin, ið Ólavur Jakobsen og Bo Isholm stjórnaðu, varð mannaður við framkomnum næming-um.
Bólkarnir høvdu konsertir saman og hvør sær. Ein felags konsert var í stásiliga tónlistarskúlanum í Kópavági. Konsertin varð stórliga fagnað. Eisini luttók guitarbólkurin í eini felags norðurlendskari tónleikaguðstænastu í Digraneskirkjuni, har ið bólkar úr øllum norðurlondum settu dám á. Harmoniorkestrið fekk eisini høvi at framføra í størstu sølumiðstøðini í Íslandi, Smáralind kallað.
Teir ungu tónleikararnir vitjaðu eisini føroyska sjó-mansheimið í Reykjavík, Ørkina, har framførsla var. Útferðir vóru eisini á skránni ymsastaðni á Reykjavíkarleiðini.
Umframt hesar framførslurnar luttóku øll tey føroysku børnini í einum megnartiltaki, saman við eini 200 øðrum børnum og ungum úr norðurlondum. Verkið ið framført varð, var til á staðnum, soleiðis at skilja, at øll vóru við til at gera tónleikin. Til tónleikin var so dansibólkar settir at gera dans og riggaði hetta sera væl.
Øll stevnan endaði við stórari konsert, har ið verkið varð framført. Eini 250 ungir tónleikarar, kór og dansarar á palli: Eitt ordans brak.
Paul Griffiths, ið dagliga er lærari á lærda tónlistar-skúlanum Guildhall School of Music í London, stjórnaði hesi framførslu, har ið børn og ung úr norðurlondum í felagsskapi skaptu og framførdu hetta stórfingna verk.
Ferðalagið taldi um eini 70 fólk og var hetta eitt sera kostnaðarmikið tiltak. Foreldrini, børnini og lærrarnir høvdu ymisk tiltøk fyri at fíggja ferðina og varð eisini latin dyggur stuðul frá stovnum og fyri-tøkum. Hetta eru vit sera takksom fyri.
Hesi stuðlaðu ferðini:
Atlantic Airways, Tórshavnar Býráð, Nordisk Ministerråd (BUK), Mentanargrunnurin, Mentamála-ráðið, Sonning-Fonden, Den Letterstedske Fond, Fitur, Føroya Sparikassi, Tórshavnar Musikkskúli, Napoleon Nólsoy, Hotel Føroyar, JB Trade, Argja Skúli, Keypssamtøkan, SMS, Kemilux, Vesturkirkjan, Merlot, Pizza 67, Damfar, Skálabúðin, Hjá Gunleivi, Niels L. Arge, Simme, Restorffs Bryggjarí, Frans Restorff, Litaval, Føroya Bjór, Wrangler, TIGI, Skálkur, Gallan, Hjalmar Jacobsen, Miklagarður, Maria Poulsen, Havnar Bio, Hjá Fróða, Hotel Hafnia, Nantong, Balslev og Gullhornið.









