Seinnapartin týsdagin hendi eitt ferðsluóhapp í Hósvík, tá ein kvinna misti tamarhaldið á bili sínum. Kvinnan fekk ongan stórvegis skaða.
Bilurin koyrdi suðureftir, og í svinginum beint sunnanfyri bygdina misti førarin tamarhaldið á bilinum og fór niðanav vegnum. Løgreglan veit ikki at siga, hvør orsøkin til óhappið var.
Týsdagin var eitt annað ferðsluóhapp á Vegnum Langa í Havn, har tveir bilar stoyta saman. Annar bilurin fer av ókendum orsøkum yvir í hina farbreytina, og tískil stoyta bilarnir frontalt saman.
Eingin mannskaði hendi, men materielli skaðin var stórur, verður sagt av løgreglustøðini í Havn.
Breyt beinið á knallert
Sunnukvøldið var ein 23 ára gamal maður so óheppin at bróta beinið í einum ferðsluóhappi á Tvøroyri. Maðurin koyrdi á knallert, tá hann rendi í ein garð.
Maðurin varð fyrst fluttur á Suðuroyrar Sjúkrahús, men seinni var neyðugt at flyta hann til Havnar, har hann varð lagdur undir skurð fyri beinbrotið.
Løgreglan hevur tikið blóðroynd av manninum fyri at fáa greiðu á, um hann var ávirkaður.