verður so stór, at samfelagið ikki fer at klára at bera tær. Eg dugi ikki við mínum besta vilja at síggja, at hetta skal vera ein hóttan. Tvørturímóti. Hetta er hóast alt eitt tekin um, at vit hava eitt [...] har fólkið hevur góðar umstøður at eldast í. Í tilafturskomnum londum er talið av eldri fólkum lágt. At forsyrgjaraskyldan skal gerast ov tungt er tos, sum er óverdugt. Tað kunnu kanska fólkafloksmenn siga [...] Mangan verður sagt, at tað liggur ein stór hóttan og bíðar okkum um eini 10-15 ár, tí tá verður talið av eldri í samfelagnum munandi hægri enn tað er í dag. Sagt verður somuleiðis, at fíggjarliga byrðan
lívsneyðugar fyri at bygdasamfeløg kunnu yvirliva. Gott dømi um hetta í okkara valdømi er sambandið til Tjørnuvíkar. Tá so alt er komið við, má prísur og fíggingarmynstur fáast til vega. Tað týdningarmiklasta [...] verður so at raðfesta íløgurnar, soleiðis at hesar verða gjørdar við skili í mun til hvat búskapurin ber. Raðfestingin eigur í stóran mun at verða gjørd av politikarum. Aftan á eitt val eigur at verða siktað [...] miðvísa arbeiði. Nú er tíð at byrja aftur. Sostatt má eitt nýtt landsstýri gera eina ógvuliga konkreta íløguætlan fyri samferðsluøkið eini 10 ár fram. Ein slík íløguætlan eigur at umfata: 1.oyggjasambindingar
ígjøgnum so stóra kreppu, at nógv tjóðveldisfólk rýmdu til Danmarkar at búgva. Hann ásannar, at skiftistíðin verður trupul, men kemur til ta genialu ella paradoksalu niðurstøðu, at av tí at vit skylda so nógv [...] fortelur, at blokkurin er 900 mill. kr., og helmingurin fer aftur til Danmarkar sum renta, og at vit skjótt fara at gjalda hin helmingin í avdrøgum, og tí rindar blokkurin onga vælferð í Føroyum. Hetta er ma [...] um, og at fíggjarætlanirnar hjá tjóðveldisflokkinum hava víst, at búskapurin fer at batna yvir eitt áramál. Hví allari víðu verð hava teir hildið hesar positivu ætlanir sum loyndarmál. Hetta er óskiljandi
Bank somuleiðis, og kann sigast sambært bankafrágreiðingini, at so er. Her má tað gerast, ið gerast kann, fyri at fáa tað, ið av órøttum er tikið frá okkum, mett 1,5 milliard. Men tá so tjóðveldis- og [...] skuldina, kann eg ikki verða við meir. Ein syndabukkur mátti finnast, og sjálvandi má havast í huga, at fyri hesar loysingarflokkarnar, sum ongantíð hava góðtikið heimastýrislógina, er hetta ein funnin [...] palliba við børnum og abbabørnum við alt ov høgum veðhaldum. Ávaringar vóru nógvar um at her fór at ganga galið og at vit koyrdu út av eggini, men alt til fánýtis, teir lótu standa til og so ein dag gekk
annað er, at slíkur lætti eisini er eitt signal til aðrar bólkar. Eitt signal um, at tað, sum teir avrika, er minni vert, og tað kann koma okkum aftur um brekku í komandi tíðum. Lættari at vera føroyingur [...] fyri tað, men tíbetur, politikkurin eydnaðist! Lukrativt at sita við fíggjarmálum í Tinganesi Men nú er so vent í holuni. Føroyska samfelagið er við at koma fyri seg, og tí er tað aftur lukrativt at sita [...] Sjálvstýrisflokkurin samtykti á landsfundi í vár at virka fyri, at tað skal gerast lættari at vera føroyingur í egnum landi! Ein slík samtykt pliktar. Hon krevur, at tær avgerðir, sum verða tiknar á skatta-,
fyri at ganga ta frægast gongdu gøtuna. Tað kann jú verða í so djarvt at ganga stytstu leið í brattlendi, av vanda fyri at ganga seg í óføri ella detta oman. Men viðhvørt er avgerandi neyðugt at gera okkurt [...] ynskir ikki at bróta niður tað, ið gott er. Brøðralag skal mennast og røkjast ? eisini við Danmark. Vit nýta sjálvstýrisorðið sum eitt hóvligari og meira umhugsað orð, til tess at umgangast tað ógvusliga [...] við egnari grundlóg. Eg fekk ikki atkvøtt í 1946 Eg haldi tað ikki vera rætt, at søguliga avgerðin í 1946 skal avgera, hvat núlivandi føroyingurin velur. Yngsti veljarin frá 1946 er í dag 76 ár. Sjálvs
? hetta er nógvir pengar, so okkurt verður gjørt fyri at savna pening inn. Millum annað er ein klatriveggur gjørdur, fyrsti av sínum slag í Føroyum, sum ætlanin er at ferðast runt við fyri at fáa pening [...] heiminum. Hesaferð verður hendan legan, Jambordee, so í Chile í Suðuramerika. Tað man vera dreymurin hjá øllum skótum, at hava verið á eini slíkari legu. Seinast heims Jamboree var, var í Hollandi og tá [...] Henda Jamboreein er tann 19. í røðini, og verða føroyskir luttakarar eisini við. 15 luttakarar verða í ferðalagnum úr Føroyum. Ikki verður bert steðga í Chile, har sum sjálv legan er, men eisini verður
sætlanir vórðu settar út í kortið. Men, tað kann sigast, at tað mundi vera lagnunnar speisemi sum gjørdi, at sami løgmaður, sum av sínum egnu var sagdur at vera óútrokniligur, fyri stuttum kendi seg so [...] ella tað sama sum fyrrnevndi hevði í ársinntøku. Men soleiðis er fólkaflokspolitikkur! Javnaðarflokkurin byggir sínar hugsjónir á tað besta, sum er í fólkinum. Hann hevur álit á, at tað býr eitt gott fólk [...] mansbarni í hesum landi liggur honum fremst í huga. Tað er fyri at tað skal verða liviligari á øllum økjum hjá fjøldini, at javnaðarflokkurin stríðist. Ikki løgið, at flokkarnir, sum berjast fyri áhugamálunum hjá
nærri kanning hevði óivað víst, at tað eru fleiri viðurskifti, ið eru orsøkin til, at Føroya Bjór er ført fyri at selja sodavatn, ið er bæði bíligt og gott. Men eg hugsi, at ein sera týðandi orsøk liggur [...] liggur so langt afturi í tíðini, at hon er gloymd. Tað er Marshall-hjálpin. Marshall-hjálpin, ? tað var hampuligur ein posi av pengum, sum USA sendi fyri at endurreisa Europa; Føroyar fingu so ein brotpart burtur [...] fyribrigdi, sum vinnulívið hevur tikið sum givið. Og tað gekk, sum tað mátti: Tað gekk til tað ikki gekk meira. Vinnulívspolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er, at vit skulu hava eitt sterkt vinnulív. Eitt vinnulív
skulu leggja okkum eftir at framleiða og útflyta fesk fløk. Nú veit eg væl, at almennur stuðul til vinnuna er eitt ljótt orð í hesum tíðum, men kortini hevði tað helst verið rætt, at vit í eina avmarkaða tíð [...] Men tann royndin tykist ikki at hava givið tað ætlaða úrslitið. Spurningurin er tí framvegis, hvat kann ger-ast, fyri at tryggja meiri arbeiði í flakavinnuni á landi, uttan at hetta nervar landingarprísirnar [...] Ein annar spurningur, sum er ógvuliga nær tengdur at hesum spurninginum, er ferðasambandið millum Føroyar og Skotland. Eitt gott og støðugt ferðasamband á hesi leiðini, soleiðis at tey fesku fløkini kunnu