Arbeiði til allar hendur

Vit eiga at fáa meira fyri fiskin, men samstundis eiga vit at tryggja, at arbeiði verður til allar vinnuførar hendur, bæði á sjógvi og á landi. Men spurningurin er, hvussu vit røkka málinum, til gagns fyri allar partar

Tað er ein sannroynd, at feskur fiskur hevur hægri prís á marknaðinum, enn frystar fiskavørur hava, men útflutningurin av rundum feskum fiski, sum hevur verið alt ov stórur tey seinastu árini, førir sjálvandi við sær, at nóg mikið av støðugum arbeiði ikki er í flakavinnuni á landi.

Við heimild í løgtinginum, hevur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum gjørt eina roynd, við tí fyri eyga at avmarka útflutningin av rundum, feskum fiski. Men tann royndin tykist ikki at hava givið tað ætlaða úrslitið. Spurningurin er tí framvegis, hvat kann ger-ast, fyri at tryggja meiri arbeiði í flakavinnuni á landi, uttan at hetta nervar landingarprísirnar í Føroyum.

Ein gongd leið kundi verið, at flakavinnan í Føroyum legði seg eftir at framleitt fesk fløk til útflutnings, ístaðin fyri rundan feskan fisk ella frystar fiskavørur. Harvið hødu vit fingið tann prísin á marknaðinum, sum feskur fiskur altíð hevur, og samstundis høvdu vit tryggjað alt tað arbeiði, sum føroyska feskfiskaveiðan kann geva, í flakavinnuni á landi.

Hetta er ein spurningur um at motivera føroysku flakavinnuna og søluliðið fyri, at vit í framtíðni skulu leggja okkum eftir at framleiða og útflyta fesk fløk. Nú veit eg væl, at almennur stuðul til vinnuna er eitt ljótt orð í hesum tíðum, men kortini hevði tað helst verið rætt, at vit í eina avmarkaða tíð lótu almennan stuðul til eina slíka umlegging av framleiðsluni og útflutninginum.

Ein annar spurningur, sum er ógvuliga nær tengdur at hesum spurninginum, er ferðasambandið millum Føroyar og Skotland. Eitt gott og støðugt ferðasamband á hesi leiðini, soleiðis at tey fesku fløkini kunnu fara á hjólum á marknaðin í Bretlandi og í øðrum londum á europeiska meginlandinum, er ein avgjørd treyt.

Men her hava sambandsflokkurin, fólkaflokkurin og sjálvstýrisflokkurin skert okkara møguleikar. Til óbótaligan skaða fyri føroyska samfelagið seldu teir Teistan av landinum, við tí úrsliti, at Smyril varð tikin úr siglingin millum Føroyar og Skotland. Ein privat roynd við at sigla hesa farleið er fullkomuliga miseydnað og heldur uppat.

Fyri at skapa møguleikar fyri støðugum útflutningi av feskum fiskafløkum úr Føroyum, verður ein uppafturtøka av Smyrlasiglingini eitt av málunum, sum javnaðarflokkurin vil stríðast fyri eftir valið. Skotlandssiglingin hevur eisini aðrar fyrimunir fyri føroyska samfelagið. Eitt er tann bíligi innflutningurin úr Skotlandi. Eitt annað eru ódýru ferðamøguleikarnir hjá pensionistum og øðrum.

At skapa arbeiði til allar hendur á sjógvi og landi, er eitt gamalt stríðsmál hjá javnaðarflokkinum, og hesum fara vit framhaldandi at virka fyri. Vit eiga ikki at gloyma, at tað framvegis eru umleið 2000 føroyingar, sum eru tøkir á arbeiðsmarknaðinum.

Vónandi fara tit mannsterk á val og sláa manngarð um javnaðarflokkin. Setið krossin við lista C ella eitt av valevnunum á javnaðarlistanum. Gott val.


Tann 20. apríl 1998

Vilhelm Johannesen