Ein nærri kanning hevði óivað víst, at tað eru fleiri viðurskifti, ið eru orsøkin til, at Føroya Bjór er ført fyri at selja sodavatn, ið er bæði bíligt og gott. Men eg hugsi, at ein sera týðandi orsøk liggur so langt afturi í tíðini, at hon er gloymd. Tað er Marshall-hjálpin. Marshall-hjálpin, ? tað var hampuligur ein posi av pengum, sum USA sendi fyri at endurreisa Europa; Føroyar fingu so ein brotpart burtur av danska partinum, eitt nú bjórfyritøkan í Klaksvík.
Og hvat hevur so Marshall-hjálpin við dagsins politikk at gera? Jú, Føroya Bjór brúkti Marshall-menningarhjálpina til at gera íløgur í spildurnýggjar maskinur og ein nýggjan bygning. So tá ið nýggja bryggjaríið varð tikið í nýtslu í 1954, so var tað so framkomið, sum tað kundi vera eftir tátíðar meti. Síðani er útgerðin endurnýggjað fleiri ferðir og bryggjaríið er framvegis toppmodernað.
So mikið stóð Føroya Bjór-leiðsluni púra greitt, at Marshall-peningur var eingangs; har kom ikki meira, og tí mátti hann nýtast við skili og við framtíðini fyri eyga! Útbyggingar og endurnýggingar eftir 1954 eru sostatt grundaðar á góðan rakstur við støði í Marshall-íløguni. Eingin almenn króna hevur verið uppií.
Tíverri er Føroya Bjór-søgan ikki tann, sum er mest vanlig, tá ið vit tosa um føroyskt vinnulív. Í sjeyti- og áttatiárunum hevur rakstrarstuðul verið eitt alt ov vælkent fyribrigdi, sum vinnulívið hevur tikið sum givið. Og tað gekk, sum tað mátti: Tað gekk til tað ikki gekk meira.
Vinnulívspolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er, at vit skulu hava eitt sterkt vinnulív. Eitt vinnulív, har góð hugskot verða til veruleika og kasta nógv av sær til tey, sum hava lagt orku í. Eisini okkara felags kassar hjá landi og kommunum, so vit kunnu hava eitt sterkt og trygt samfelag.
Og partur av tí, sum fer í landskassan, skal koma vinnulívinum beinleiðis til góðar. Og her eiga royndirnar av Marshall-menningarhjálpini til Føroya Bjór at verða havdar í huga. Tjóðveldisflokkurin hevur ta hugsan, at almennur peningur til vinnuna skal ikki vera ævigur rakstrarstudningur, men eingangs menningarveiting til vinnulívsfyritøkur, ið hava eitt gott hugskot, men ikki orkuna til at lynna ætlanina væl og virðiliga frá byrjan.
Ólavur Waag-Høgnesen
Tjóðveldisflokkurin.