boriholum. Eli Lassen, sum starvast hjá Atlantic Supply Base, sigur, at arbeiðið at lasta hetta fyrsta veitingarskipið gekk so mikið væl, at teir lastaðu eitt tons um minuttin. Hetta er skjótari enn miðal í [...] komu umborð leygarkvøldið. Eitt tons um minuttin Uppgávan hjá Atlantic Supply Base fríggjadagin var at lasta Havila Charisma við vøru og útgerð, harímillum 40 tons av Bentonite, ið er eitt slag av sementi [...] Supply Service, sum rekur veitingarskipið, Havila Charisma, er væl nøgdur. ? Tað gekk skjótt og væl at lasta skipið. Sjálvsagt vóru onkrir smálutir, ið greiða skuldi fáast á, sum tað altíð er, tá tú fert
Palli Hansen at undirhalda við dukkum og sangi við teknum. Harafturat verður sangur og drama við børnunum úr ?Eg eri ein K?. Kl. 12 til kl. 13.30 fara triðju flokkarnir í Ítróttarhøllina á Nabb at hoyra ÍSB [...] Næmingarnir fáa høvi at royna nakrar ítróttargreinir. Børnini fáa ís og topptopp. Seinnapartin millum kl. 13 og kl. 17 verður í Klingruni høvi hjá almenninginum á fýra básum at kunna seg um, hvat feløgini [...] oktober 1981, sjálvan ST-dagin. 1981 varð lýst at vera Ár teirra brekaðu. Seks feløg vóru tá fyri brekað í Føroyum, og hesi tóku seg saman í ein arbeiðsbólk fyri at vísa á uppgávur og tørv hjá fólki við brekum
2005, men tað skipi, sum suðringar ynskja, sær út til at blíva ein tungur burður, við núverandi samgongu. Harafturat forðar fíggjarmálaráharrin fyri, at aðrar almennar íløgur kunnu gerast, tí kostnaðurin [...] r, men byggingin skal eftir øllum at døma dragast út. ? Eitt sindur til aldukanningar og projektering av samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, sum eisini eftir øllum at døma skal dragast út. ? Ikki ein króna [...] fáa, tá ið tú hoyrir, hvat landsstýrismennirnir í samferðslumálum og fíggjarmálum siga. Og vit vita, at núverandi landsvegur (Smyril) ikki kann umvælast. Almennur landsvegur til Váganar Nú tunnil undir
stationcar. Hesar útgávur verða at fáa í Evropa á várið 2002. Útgávan við fimm hurðum kemur á marknaðin í Evropa fimm mánaðar seinni. Nýtt snið frá Nissaan Eingin ivi er um, at tann nýggi Primera hevur vakt [...] designari á Nissan Design Europe sigur, at tann næsti Primera er nógv meira enn úrslitið av einum »designeksperimenti«. ? Primera er eitt tekin um okkara ambitiónir um at skapa ein praktiskan bil við dynamiskum [...] Vit hava gjørt tann næsta Primera til fólk, ið dámar vill hugskot innan bilídnaðin. Málið hevur verið at skapa ein bil við egnum samleika, men sum kortini vísir virðing fyri framtíðini hjá Nissan og sum gevur
sera óavklárað. Tað eigur ikki at undra nakran, tí tilvitað ella ótilvitað bindur danskur politikkur við peningaligum stuðli Føroyar í ríkisfelagsskapin. Tað er lætt at taka ímóti, men prísurin tykist [...] Við hesum vilja vit saman við føroyska fólkinum niður á Fólkating at fáa veruligar samráðingar við danir um eina tryggiliga skiftistíð, at fáa sjálvsavgerðarrættin staðfestan og føroyska málið viður-kent [...] tykist vera eitt serligt politiskt sundurlyndi, sum ger tað ómøguligt at semjast um stóru politisku málini í føroyskum politikki. Hendan politiska støða stendur í andsøgn til útviklingin á búskaparliga økinum
seinnu árini verið ein plága í Føroyum. Serliga hjá teimum, ið fáast við urtagarðar og sum royna at fáa okkurt at vaksa kring húsini. Sniglarnir eru stórir og teir eta og drepa nærum allan vøkstur. Ejolvur [...] dagar síðani og síðani havi eg ongan snigil sæð. Tó skal sigast, at eg havi ikki sæð dunnurnar eta sniglarnar, men teir eru so ikki at síggja longur, sigur Ejolvur. Í Kirkjubø vóru tey komin í neyð av [...] dreparasniglunum. - Dreparasniglarnir gera helst eisini kál á hinum vanligu sniglunum, tí teir eru ikki at síggja longur, sigur Ejolvur Djurhuus. - Tá heitt hevur verið í veðrinum og mjørki, havi eg onkutíð
hevur Kórsamband Føroya víðkað sítt virksemið til at fevna um meira enn bert tað at taka sær av tónleikaliga partinum av árliga kórstevnuhaldinum og at skipa fyri kórsanginum á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag [...] Mogens Dahl, har tikið verður saman um skeiðgongdina hesi bæði árini, og har Mogens framhaldandi fer at gjøgnumganga kórtilfar og geva tekniskar leiðbeiningar. Um nóg nógvir luttakarar tekna seg ? helst [...] skeiðvirksemi og øðrum serligum tiltøkum taka sær av áhugamálum kórleiðaranna og soleiðis eru við til at hækka kórstøðið í landinum. Um nóg góð undirtøka fæst til ætlaðu kórleiðarasamkomuna nú í september
bilar, verið barrvørur, lagt flisar o.m.a. Hon hevur grønar fingrar. At leiða, at sam- og fyriskipa liggur sera væl fyri, og hon elskar at syngja. Síðani hon var lítil, hevur hon sungið nógv. Hon hevur sungið [...] seglklubba, sang við barnakóri o.m.a. Í 1977, tá hon var 14 ára gomul, gjørdu foreldur hennara av at flyta heim til Føroyar. Annette fekk realprógv á Felagsskúlanum á Oyrabakka í 1980, fekk FHS-prógv [...] "Chase", er 4. limurin í swing-kvartettini SISQ. Tá tað i 1995 varð heitt á Annette & Árna av Reyni um at byrja eitt barnakór í Hósvík, var hon beinanvegin klár. Barnakórið var sett á stovn og seinni byrjaði
kór, og hjá so lítlum flokki er tungt at fara undir stóra og kostnaðarmikla fløguætlan, men á fløguni sæst, at mangir eru stuðlarnir, sum hava gjørt sítt til, at fløgan er veruleiki. Fløguhúsin er ein [...] miðvíst og hart við fløguætlan, sum nú er veruleiki. Talan er um Kirkjukórið Ljóm úr Vági, sum nú er at hoyra á fløgu. Talan er um eina stóra og kostnaðarmikla ætlan, sum nú er veruleiki. 18 sangir eru á [...] perla. Kendi danin Per Folkver hevur tikið myndirnar og Maarbjerg Grafisk Design hevur staðið fyri at greiða til prent. Í snøgga húsanum er hefti við myndum, upplýsandi teksti og sangtekstum. Tey 18 løgini
tí býurin var als ikki klárur at taka ímóti allari hesi ferðsluni og fólkavøkstrinum. Í 1977 var Havnin eitt stórt arbeiðspláss. Tað sum órógvaði ferðsluna mest, var at alt økið í miðbýnum bleiv ruddað [...] niðan á Háls. Hetta varð gjørt fyri at lætta um trýstið í býnum. Hesin vegur fekk stóran týdning fyri býarvøksturin, tí samstundis sum hann lætti um ferðsluna, gjørdi hann at samband fekst við tey stóru byggiøkini [...] byrjað at seta virkisbygningar upp. Á Trapputrøðni komu SMS og Apotekið, í eysturbýnum stóð Eysturskúlin í gerð og stóra útstykkingin á Konmansmýru við 140 grundstykkjum bleiv útstykkjað. Fyri at koma til