Altjóða bilaframsýningin í Frankfurt hendan mánaðin verður karmur um frumsýningina av nýggja Nissan Primera við fimm hurðum.
Nýggi Primera koyrir longu nú í Japan sum fýrahurðaður sedan og sum stationcar. Hesar útgávur verða at fáa í Evropa á várið 2002. Útgávan við fimm hurðum kemur á marknaðin í Evropa fimm mánaðar seinni.
Nýtt snið frá Nissaan
Eingin ivi er um, at tann nýggi Primera hevur vakt ans ? longu tá royndarmodellið varð víst fram fyrstu ferð í París í fjør. Við sínum sermerkta og nýhugsandi sniði, vísir Nissan á nýggjar tíðir og leiðir. Stéphan Schwartz, designari á Nissan Design Europe sigur, at tann næsti Primera er nógv meira enn úrslitið av einum »designeksperimenti«.
? Primera er eitt tekin um okkara ambitiónir um at skapa ein praktiskan bil við dynamiskum eginleikum, sum rigga væl til tað flotta sniðið. Vit hava gjørt tann næsta Primera til fólk, ið dámar vill hugskot innan bilídnaðin. Málið hevur verið at skapa ein bil við egnum samleika, men sum kortini vísir virðing fyri framtíðini hjá Nissan og sum gevur nýtt lív til framleiðsluna.
Hátøkni innan
Innan er nýggi Primera ein hegnislig blanding av komfort, yndi og hátøkni. Allir vísarar eru í miðuni á instrumentbrettinum ? og ikki sum vit síggja í dag, har vísararnir eru beint framman fyri føraran. Í miðuni er eisini eitt sokallað dashboard-konsol við eini kombinatión av digitalum og tradtionellum funktiónum.
Innstilling av radio, fløguspælara, koyriupplýsingum, samskifti, navigatión og klimaanleggið er savnað í einum »keyboard tastaturi« við upplýsingum á einum sjeytumma skermi.
Her ber eisini til at síggja aftureftir við einum kamera, sum er oman fyri nummarplátuna aftan.
Sjónvarpstólið tendrar av sær sjálvum, tá tú setir bilin í bakgear og ger harvið parkering bæði tryggari og lættari.
Nýggi Primera
Tann nýggi Primera kemur við hesum motorum
? 1.6L bensin við um 100 HK
? 1.8L bensin við um 114 HK
? 2.0L bensin við 150 HK
? 2.2L Dieselturbo við Common Rail við 125 HK