Hesa fatan kanst tú fáa, tá ið tú hoyrir, hvat landsstýrismennirnir í samferðslumálum og fíggjarmálum siga. Og vit vita, at núverandi landsvegur (Smyril) ikki kann umvælast.
Almennur landsvegur til Váganar
Nú tunnil undir Vestmannasund verður gjørdur fyri 250 mill., skulu so ongar aðrar almennar íløgur gerast í Vágunum, tí hon kostar so nógv ? Nei tú, hatta er eingin trupuleiki, tí kostnaðurin verður hildin uttanfyri almenna íløgukarmin.
Almennur landsvegur til Norðoyggjar
Nú tunnil undir Leirvíksfjørð eftir øllum at døma skal gerast fyri 400 mill. og alt gott um tað, skulu so ongar almennar íløgur gerast í Norðoyggjum, tí hon kostar so nógv? Nei góðin, hatta er eingin trupuleiki, tí kostnaðurin verður hildin uttanfyri almenna íløgukarmin og so hava vit fleiri góðar landstýrismenn og tingmenn frá økinum.
Almennur landsvegur (Smyril) til Suðuroy
Eitt skip skal í øllum førum avloysa núveranda Smyril áðrenn 2005, men tað skipi, sum suðringar ynskja, sær út til at blíva ein tungur burður, við núverandi samgongu.
Harafturat forðar fíggjarmálaráharrin fyri, at aðrar almennar íløgur kunnu gerast, tí kostnaðurin av einum nýggjum Smyrli skal verða í almenna íløgu-karminum.
Hvat er so avsett á fíggjarætlanini 2002 til Suðuroy?
? Eitt sindur til nýggjan studentaskúla í Vági, sum er hart tiltrongdur, men byggingin skal eftir øllum at døma dragast út.
? Eitt sindur til aldukanningar og projektering av samferðsluhavn á Trongisvágsfirði, sum eisini eftir øllum at døma skal dragast út.
? Ikki ein króna til brimverju í Sumba.
? Ikki ein króna til projektering og bygging av Almanna-og heilsuskúla á Tvøroyri. Verður hesin skúlin ein kastibløka, soleiðis sum Fiskivinnuskúlin í Vestmanna hevur verði?
? Ikki ein króna avsett til landsvegir, sum eru gjørdir í fimti árinum.
? Ikki ein króna til Hvalbiar og Sandvíkar tunnlarnar sum eru teir elstu í landinum.
? Allernådigst er tað avsett 250.000 kr. til ein ergoterapeut á Suðuroyar Sjúkrahús.
Eru suðringar veruliga nøgdir við hetta, eg eri ikki.