MBF føðingardag í dag

Felagið varð stovnað ST-dagin í 1981. Norðurlandahúsið er karmur um føðingardagin


 

FØÐINGARDAGUR

Rundi føðingardagurin hjá Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum verður hátíðarhildin í Norðurlandahúsinum í dag. Í morgun kl. 10 verður undirhald fyri teimum triðju flokkum, sum hava meldað seg til. Tá fer Absalon Áargarð, Anna Sofía Restorff og Palli Hansen at undirhalda við dukkum og sangi við teknum. Harafturat verður sangur og drama við børnunum úr ?Eg eri ein K?. Kl. 12 til kl. 13.30 fara triðju flokkarnir í Ítróttarhøllina á Nabb at hoyra ÍSB greiða frá um ítrótt fyri brekað. Næmingarnir fáa høvi at royna nakrar ítróttargreinir. Børnini fáa ís og topptopp.

Seinnapartin millum kl. 13 og kl. 17 verður í Klingruni høvi hjá almenninginum á fýra básum at kunna seg um, hvat feløgini hjá MBF standa fyri, hvørji tey eru, og hvat tey kunnu brúkast til. Harumframt eru tríggir aðrir básar, ið vísa ljóðbøkur, og annað tilfar.

Tríggir fyrilestrar verða hildnir í Dansistovuni, ein um psyku, rørslu og rørslulag, ein um nútímans samskiftistøkni, og tann síðsti um heilivág nú og í framtíðini.

Kl. 14 verður sangur og tónleikur í Klingruni, og kl. 16 verður stuðulin frá fløguni ?Vælskapt brek? handaður MBF og ÍSB. Doris Hansen, forkvinna í MBF, heldur røðu, og orkestrið ?Ælabogin? endar dagin.

Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, MBF, varð stovnað 24. oktober 1981, sjálvan ST-dagin. 1981 varð lýst at vera Ár teirra brekaðu. Seks feløg vóru tá fyri brekað í Føroyum, og hesi tóku seg saman í ein arbeiðsbólk fyri at vísa á uppgávur og tørv hjá fólki við brekum í Føroyum. Feløgini vóru: Bjørg, Deyvafelagið, Føroya Blindafelag, ÍSB, Javni og Sclerousfelagið. Helena Samuelsen úr Javna varð vald til forkvinnu, og Karin Margreta Joensen-Næs varð skrivari. Nógv tiltøk og fundir vóru kring landið. Arbeiðið er væl lýst í bókini Ár teirra brekaðu, sum arbeiðsbólkurin gav út í 1982. Eitt annað úrslit av góða samstarvinum millum áðurnevndu feløg varð stovnanin av einum meginfelag. Í dag eru 22 feløg í MBF.