KÓRSANGUR
Tíðindaskriv
Seinnu árini hevur Kórsamband Føroya víðkað sítt virksemið til at fevna um meira enn bert tað at taka sær av tónleikaliga partinum av árliga kórstevnuhaldinum og at skipa fyri kórsanginum á Tinghúsvøllinum ólavsøkudag. Soleiðis vóru 4 kórleiðaraskeið hildin í 2001 og tvey skeið í fyrru árshálvu í ár. Tað seinna endaði við roynd, har seks kórleiðarar fingu próvbræv við orðaðari meting av avrikinum. Tað var Mogens Dahl, universitetslektari og kór-og orkesturleiðari, sum hevði hesa skeiðfrálæru um hendur, og próvdómari var Steen Lindholm, urguleikari, dirigentur og musikkráðgevi statsins í tónleikamálum.
Luttakararnir hava verið sera væl nøgdir við hesa skeiðrøð, og nú móti endanum var ynski frammi um enn eina vitjan av Mogens Dahl, har tikið verður saman um skeiðgongdina hesi bæði árini, og har Mogens framhaldandi fer at gjøgnumganga kórtilfar og geva tekniskar leiðbeiningar.
Um nóg nógvir luttakarar tekna seg ? helst skuldu teir ikki verið færri enn 10 í tali ?, verður hetta kórleiðaraseminar í sangstovu Kommunuskúlans í vikuskiftinum 13. - 15. september. Skeiðið kostar 500 kr., og tilmelding fer fram í seinasta lagi mikudagin 4. sept. til Ólav Hátún, tlf. 31 18 19 ella 332 194 (teldupostur: olavasa@post.olivant.fo) ella til Astrid Jacobsen tlf. 42 44 39 eftir kl. 18.00.
Kórnótasavn
Í sambandi við kórleiðaraskeiðini hevur kórsambandið skaffað til vega eitt fjølbroytt úrval av kórnótum við 40 eintøkum av hvørjum kórsangi. Landsmiðstøðin á Hoyvíksvegi í Havn hevur hesar kórnótar í varðveitslu, og ein lániskipan verður nú fingin í lag, sum limakór kórsambandsins fáa nærri bod um.
Kórleiðarasamtak
Í hinum Norðurlondum hava kórleiðarar skipa egnar felagsskapir sum t.d. Dansk Korlederforbund og felagið Svenska Körledare, sum við skeiðvirksemi og øðrum serligum tiltøkum taka sær av áhugamálum kórleiðaranna og soleiðis eru við til at hækka kórstøðið í landinum.
Um nóg góð undirtøka fæst til ætlaðu kórleiðarasamkomuna nú í september, verður fundur, har spurningurin verður viðgjørdur, um tað kann verða til gagn fyri kórsangin í Føroyum at stovna slíkan kórleiðarafelagsskap t.d. sum serdeild innan Kórsamband Føroya.









