Føroyar skulu hava eina frælsa og greiða rødd á Fólkating, sum skal bera fram føroyskan politikk millum danir og danskar politikkarar.
Men hettar er lættari sagt enn gjørt, tí politiska lívið í Føroyum er sera óavklárað. Tað eigur ikki at undra nakran, tí tilvitað ella ótilvitað bindur danskur politikkur við peningaligum stuðli Føroyar í ríkisfelagsskapin. Tað er lætt at taka ímóti, men prísurin tykist vera eitt serligt politiskt sundurlyndi, sum ger tað ómøguligt at semjast um stóru politisku málini í føroyskum politikki.
Hendan politiska støða stendur í andsøgn til útviklingin á búskaparliga økinum í Føroyum. Har hava vit í dag eitt væletablerað og stuðulsfrítt vinnulív, sum gevur eitt veruligt íkast til búskapin. 80?ara hugtøk sum ?afturbering? og ?almennur rakstrarstuðul? eru nú fullkomiliga meiningsleys, tí við greiðum og stuðulsfríum kørmum megnar vinnan tað, sum ikki bar til í 80?unum.
Eftir standa vit við tí politiska lívinum, sum framvegis tvíheldur um hóttandi ógreiðu karmarnar í verandi ríkisfelagsskapi.
Hetta hendir, hóast danska stjórnin eftir 1992 steig týðuliga fram sum verji av donskum áhugamálum í Føroyum; og hóast eitt greitt útspæl og eina greiða samtykt í løgtinginum um eina trygga og fólkaræðisliga tilgongd til føroyska fullveldið; og hóast ein stóran vøkstur í føroyska búskapinum.
Sjálvt við hesum fortreytum, so fæst ikki breið semja um at skapa somu avkláraðu politisku karmar um okkara samfelag, sum hava lyft okkara framleiðslu úr stuðli og avlaging til eina framtíð, sum ber.
Tjóðveldisflokkurin vil greiða politisku fløkjuna og taka av politisku spekulatiónina í donsku veit-ing-unum. Vit vilja á rættvísum og tryggum grundarlag fremja fullveldi og við virðing taka fulla ábyrgd av okkara samfelag.
Við hesum vilja vit saman við føroyska fólkinum niður á Fólkating at fáa veruligar samráðingar við danir um eina tryggiliga skiftistíð, at fáa sjálvsavgerðarrættin staðfestan og føroyska málið viður-kent sum tjóðarmál. Vit vilja avtaka heimastýrið og taka við javnbjóðis samstarvi við donsku tjóðina.
Tjóðveldisflokkurin er frælsa og greiða røddin, sum fremur virðing fyri javnbjóðis samstarvi millum tjóðirnar báðar, ta føroysku og ta donsku.