eiga forrættin at vera virkin, og tey eru mong, sum fegnast um, at Astrid og Jógvan so dyggiliga eru við til at gleða og uppmuntra onnur. Børnini hjá Astrid og Jógvan eru Jákup (1942), Jens Christian (1945) [...] keypt, og við hesum syrgdi hann fyri, at nógvar upptøkur vórðu gjørdar, ið eru sannur mentanarskattur. Millum upptøkurnar eru eitt nú tær við Kingo sangarum úr Tjørnuvík. Tað hevur ligið væl fyri hjá Jógvani [...] Jógvan er klaksvíkingur. Hann er føddur í Gerðum, og har hevur hann búð mest sum alla sína tíð. Foreldrini vóru Malvina fødd Steffensen og ættað úr Árnafirði og Jacob Joensen, nevndur Jakku á Geilini og
kann ganga rúm tíð, áðrenn ítøkiligir bústaðir standa klárir. -Vit í Javna eru glað fyri, at landsins myndugleikar endiliga eru farnir í holtur við at betra um bústaðarumstøðurnar hjá menningartarnaðum [...] við rullustólum, og niðurslitnar og óhóskandi íbúðir. Nei, bústaðarmøguleikarnir til menningartarnað eru ikki nøktandi í Føroyum. Hetta valdi Javni at seta í miðdepilin í gjár við pallborðsfundi nevndur føtur [...] vanta. Sambýlini og bústovnanir, ið vórðu bygdir fyri nøkrum árum síðani, nøktaðu tá tørvin, men í dag eru teir vorðnir ótíðarhóskandi. -Vit hoyra serliga frá foreldrum, ið hava menningartarnað børn. Tey ynskja
og hestarnar út. Síðan hetta hevur Lene Kaaberbøl skriva nógvar bøkur, sum eru umsettar til meira enn 20 ymisk mál og eru útgivnar í nógvum londum. Røðin um Skammaran er eisini umsett til Føroyskt. [...] lærdi at halda einum blýanti, byrjaði hon at skriva søgur. - Eg minnist, at tá eg fylti 8 ár, góvu foreldrini mær eina heilt fantastiska gávu. Veruliga var tað bara eitt reytt ringbind við einum blokki í. [...] eg rættiliga sannførd um, at tað, sum eg haldi virkar, tað virkar. Í dag veit eg, at tað hóast alt eru ein kvart millión fólk í heiminum, sum halda, at tað sum eg geri er gott, og so er man ikki so sárur
sum beinleiðis eru tengdir at livikorunum hjá mannfólki. Eitt dømi um ein slíkan spurning, ein ójavna í javnstøðuni, er foreldramyndugleiki. Á hesum økinum eru tað menninir, páparnir, sum eru fyri vanbýti [...] sum beinleiðis eru tengdir at livikorunum hjá mannfólki. Eitt dømi um ein slíkan spurning, ein ójavna í javnstøðuni, er foreldramyndugleiki. Á hesum økinum eru tað menninir, páparnir, sum eru fyri vanbýti [...] 3 prosent í føroyska løgtinginum. Tær telja helvtina av landsins íbúgvum, og tær eru ein lítil minniluti á tingi. Tær eru hitt kynið. Í landsstýrinum er støðan einki øðrvísi. Vit hava havt kvinnuligan løgmann
Tórur og Birgir eru eineggjaðir, síggja foreldrini væl mun á teimum. Í spølni hevði Dia býtt um uppá nøvnini ein dagin, men Jónfríð uppdagaði tað beinanvegin. Ikki strævið Dreingirnir eru rættiliga ymiskir [...] Fuglafirði sleppa heim fyrsta dagin við tríburðunum, Birgir, Teodor og Tóri, ið nú eru tvær vikur gamlir. Birgir og Tórur eru eineggjaðir og hava mín sann báðir fingið hvør sína tonn. Annar var føddur við [...] Sjáldsamt Tað er ikki á hvørjum degi, at tríburðar verða føddir. Nøkur fá tríburðapør eru í Føroyum, og teir yngstu, ið eru níggju ára gamlir og úr Vestmanna, hava verið á Føðideildini og vitjað Birgir, Tór
Her eru nøkur orð um eina góða ommu og langommu, sum altíð fer at liva í minni okkara, so leingi sum vit liva. Eg var ikki meira enn trý ára gomul, tá íð eg og hundur mín Gæsa komu til ommu at búgva. Her [...] , spældi klarinet og dámdi væl at lesa. Júst harafturímóti skuldi vera bóndi á Húsagærði eftir foreldrini, men so bleiv ikki. Júst doyði ungur, tá hann datt av rossi, hann var við at venja. Omma kom nokk [...] í hópataæli blivu heisaðir í land, summir í kassum, summir hingu og sprellaðu í einum sela. Hetta eru nú nógv ár síðani. Men Stjørnan bleiv ikki nógv brúkt, stóð mest og át... Minnist tey vóru og riðu
yvir trý ár. Eisini kemur tónleikaparturin at kosta nakað fyri foreldrini, nevnliga 400 krónur um mánaðin í 10 mánaðir um árið. - Vónirnar eru at fáa staðfest góðu ávirkanin, hetta hevur á skúla, næmingar [...] skúlatíma longri, enn vanligt. Í góð trý ár hava fyrireikingarnar verið í gongd til hesa verkætlanina, og eru tað Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla, saman við Sunleifi Rasmussen og Ólavi Hátún [...] verið í Finnlandi, har vit hava sæð og hoyrt úrslitini av hesum arbeiðinum, og má sigast at úrslitini eru framúrskarandi. Tað at tónleikaparturin er ein integreraður partur av undirvísingini speglar av á restina
at tað sama siga børnini framvegis, nú tey øll eru vaksin. Ættarfólk høvdu eisini orðið á jarðarferðini, og teir góvu henni eisini sama ummæli. Vit eru mong, sum koma at minnast Kristionnu við takksemi [...] og starvsfólk vildu á hendan hátt heiðra Kristionnu. Kristianna var fødd í Sumba 26. juli 1951. Foreldrini vóru Valgerð og Viggo Kjærbo. Heima vóru tey tilsamans sjey systkin. Kristianna varð roknað fyri [...] mann doyr ikki, um mann ikki fær døgurða ein dag. Men mannfólk vilja hava døgurða hvønn dag. Tað eru teir vandir til heimanifrá.” Jú, mon ikki! Ein tann størsta gleðin hjá Kristionnu var árligu ferðirnar
Tað eru ivaleyst ikki nógv, sum í dag minnast, tey nógvu ungu fólkini, ið løgdu lunnar undir føroysku plátuútgávuna. Heldur ikki minnast ungu ættarliðini allir sangarnar frá seinast í fimtiárunum. Flestu [...] at Florence aftaná øll hesi árini hevur gloymt tekstirnar, og at einstøk orð á gomlu plátuni ikki eru so skillig, at hon rættiliga veit, um hon kann syngja øll ørindini. Hon var 14 ára gomul, tá hon var [...] og so kom tað Hansemann Tórgarð fyri oyrað, at Florence dugdi væl at syngja. Hansemann spurdi foreldrini, um eg kundi sleppa at verða við á einari plátu, sum hann skuldi geva út. Hetta var júst tá eg
landsstýrið, at tað eru ikki umstøður til at seta meiri av til endamálið, enn tað er gjørt. Fyrr var tað so, at landið betalti 40% av barnaansingini, kommunurnar 30% og foreldrini 30%. Men fyri 1998 og [...] verið skeivt at sett seg á eina ávísa loysn nú. ? Tað mugu samráðingarnar vísa, men ymsir møguleikar eru. ? Kommunurnar kunnu fáa ein blokk frá landinum, ella skatturin kann verða býttur øðrvísi ímillum [...] bíða til allur tann nýggi, kommunali bygnaðurin er liðugur. ? Men hinvegin haldi eg, at allir partar eru sinnaðir til at fáa greiðar linjur í barnaansingini, áðrenn tann tann kommunala heildarloysnin er sett