Komandi august mánað byrja nøkur børn, ætlandi 24, í einum serflokki í Tórshavnar Kommunuskúla. Nú verður nevnliga farið undir eina royndarverkætlan við einum serflokki, har tónleikurin verður ein integreraður partur av undirvísingini frá fyrsta degi av.
Ætlanin er at næmingarnir fáa vanliga undirvísing, eins og hini børnini, men at tónleikurin so eisini verður integreraður í tímatalvuna hjá næmingunum.
Hetta kemur so eisini at merkja at dagarnir verða onkran skúlatíma longri, enn vanligt.
Í góð trý ár hava fyrireikingarnar verið í gongd til hesa verkætlanina, og eru tað Hanus Joensen, skúlastjóri í Tórshavnar Kommunuskúla, saman við Sunleifi Rasmussen og Ólavi Hátún, ið hava staðið fyri fyrireikingunum. Undirvísast skal í violin, cello, guitar og tvørfloytu.
Komandi summar byrjar hesin serflokkurin, men longu í januar mánaði verða upptøkuroyndir til serflokkin í gongd.
- Tað verður ein lítil test av børnumum, ið verða tilmeldaði. Millum annað verður tað ein lítil motorisk test, har vit kanna um tey hava motorikkin til at spæla. Eisini veðrur ein lítil rútmutestur gjørdur, har vit kanna rútmukensluna hjá børnunum, greiðir Sunleif Rasmussen frá.
Pláss verður fyri 24 børnum í serflokkinum, og verða tað fleiri enn 24, sum melda til, verður neyðugt at velja burturúr.
Íblástur úr Finnlandi
Fyri trimum árum síðan byrjaði tosið um at hava ein slíkan flokk. Fyrireikararnir hava verið í støðugum dialogi við Mentamálaráðið, og siga teir at andin alla tíðina hevur verið góður, og at øll landsstýrisfólkini, ið hava verið í Mentamálaráðnum seinastu trý árini, hava verið sera jalig um hetta hugskotið.
Síðan varð arbeitt víðari við hugskotinum og hava teir verið í Finnlandi og hugt at einum skúla í Helsinki, East Helsinki Music Institute, sum er uppbygdur eftir »Kodály metoduni«, ið er ein serlig tilgongd til tónleikaundirvísing eftir hugskotunum hjá Zoltán Kodály, ið var ein ungarskur komponistur, tónleika- og málfrøðingur, undirvísari og heimsspekingur.
Góða ávirkan á hina undirvísingina
Fyrireikararnir tykjast vera rættiliga íblástir av vitjanini í Finnlandi.
- Vit hava verið í Finnlandi, har vit hava sæð og hoyrt úrslitini av hesum arbeiðinum, og má sigast at úrslitini eru framúrskarandi. Tað at tónleikaparturin er ein integreraður partur av undirvísingini speglar av á restina av undirvísingini. Í tónleikaundirvísingini læra tey millum annað konsentrera seg, at spæla saman og samstarva. Við hesum læra tey at tey mugu lyfta í felag, skal tað ganga teimum gott, sigur Hanus Joensen, skúlastjóri í Kommunuskúlanum.
Tá teir vitjaðu skúlan í Finnlandi, tosaðu teir eisini við leiðsluna á skúlanum har, og fingu teir at vita at skúlin ongantíð hevði havt tørv á serundirvísing ella hjálp frá sálarfrøðingi. Teir sóu eisni at spælið í fríkorterunum var heilt ørðvísi og innihelt samstarv, rútmur og dans.
Leggja dent á dygd og føroyskt tilfar
Tey, ið koma at undirvísa børnunum í tónleiki, hava øll tónleikaútbúgving á hægsta stigi, og verða tað fýra lærarar, ið koma at taka sær av hesum flokkinum. Sostatt verður tað dygdargóð undirvísing tey fáa.
Nakað annað, ið eisini er ein partur av innlæringini, er at tilfarið, tey arbeiða við, í stóran mun skal vera føroyskt og nakað, tey skulu kenna aftur.
- Tað verður í stóran mun barnaløg, ið tey kenna aftur. Tað er ein stórur partur av námsfrøðini í undirvísingini, vísir Sunleif Rasmussen á.
Tað verður eisini ein fjølbroytt tónleikalæra, nýggju næmingarnir fáa. Frá fyrsta degi byrja tey at læra at spæla á allar streingirnar. Eisini fáa tey undirvísing í samanspæli, sum einstaklingar og í ljóðlæru, umframt annað.
- Øll tónleikaaspektini verða við frá byrjan, staðfestir Sunleif Rasmussen.
Bara ein flokkur
Fyrireikararnir hava fingið játtan til verkætlanina og fara sum sagt til verka í summar. Men av tí at tað er ein royndarætlan, verður tað fyribils bara tann eini flokkurin, ið verður upptikin, og gongur verkætlanin yvir trý ár. Eisini kemur tónleikaparturin at kosta nakað fyri foreldrini, nevnliga 400 krónur um mánaðin í 10 mánaðir um árið.
- Vónirnar eru at fáa staðfest góðu ávirkanin, hetta hevur á skúla, næmingar og skipanina sum heild. Hvat so hendir eftir hesi trý árini, mugu vit so fáa at síggja, men vónandi verður undirtøka og peningur til at halda fram, sigur Hanus Joensen.
Tilmeldingin til serflokkin byrjar longu í januar, og vóna fyrireikararnir at undirtøkan verður góð.