Sambýli har ung og gomul við ymsum tørvi verða koyrd saman, hús við trappum til fólki við rullustólum, og niðurslitnar og óhóskandi íbúðir. Nei, bústaðarmøguleikarnir til menningartarnað eru ikki nøktandi í Føroyum. Hetta valdi Javni at seta í miðdepilin í gjár við pallborðsfundi nevndur føtur undir egið borð. Sera nógv fólk vóru komin saman til fund í Klingruni í Norðurlandahúsinum, og teir fýra politikararnir, ið sótu við pallborðið, Hans Pauli Strøm, Jørgen Niclasen, Bill Justinussen og Finnur Helmsdal, høvdu nógv um at verða, tí fólk høvdu nógv at spyrja um.
Lovað varð millum annað broytingar í lógargrundarlagnum. Eisini í fíggingarmynstrinum, har arbeitt verður við at umskipa Húsalánsgrunnin, soleiðis at hann gerst meira virkin at fáa menningartarnaðum betri bústaðarmøguleikar. Og so var komandi Bústaðarpakkin hjá Landsstýrinum eisini fleiri ferðir á skránni.
Lis Eklund í Nirðistovu, ið er forkvinna hjá Javna, er sera glað fyri, at bústaðarumstøðurnar hjá menningartarnaðum endiliga verða settir í miðdepilin, men hon dugdi væl at síggja, at tað kann ganga rúm tíð, áðrenn ítøkiligir bústaðir standa klárir.
-Vit í Javna eru glað fyri, at landsins myndugleikar endiliga eru farnir í holtur við at betra um bústaðarumstøðurnar hjá menningartarnaðum. Tað ljóðaði sera gott, ið Hans Pauli Strøm og hinir komu við í kvøld. Nú vóna vit bara, at arbeiðið hjá teimum kemur at ganga skjótt. Men eg haldi, at eg dugi at hoyra millum linjurnar, at tað ikki verður í bræði, at vit kunnu vænta okkum nýggjar bústaðir til menningartarnað.
Alt ov fáir bústaðir
Ì sínum dagliga virksemi merkir Javni væl, at bústaðir til fólk við menningartarni vanta. Sambýlini og bústovnanir, ið vórðu bygdir fyri nøkrum árum síðani, nøktaðu tá tørvin, men í dag eru teir vorðnir ótíðarhóskandi.
-Vit hoyra serliga frá foreldrum, ið hava menningartarnað børn. Tey ynskja ein góðan og hóskandi bústað til børnini hjá sær. Men hetta tykist at verða trupult hjá teimum at finna. Vit royna sum frægast at hjálpa, men veruleikin er tann, at tað finnast alt ov fáir bústaðir til menningartarnað, og teir sum finnast eru ofta ótíðarhóskandi, sigur Lisa Eklund í Niðristovu.
Syrgiliga søgan har nærum øll við menningartarni fluttu til Danmarkar, er við at verða eitt liðugt kapittul í Føroyasøguni, men Lis vísur á, at tað finnast enn so fáir møguleikar í Føroyum til fólk við menningartarni, at nøkur foreldur kenna, at tað er ongin annar møguleiki fyri teirra børn.
-Hóast tað tíanbetur eru nógv færri børn við menningartarni, ið flyta av landinum, so kemur tað tíanverri enn fyri í dag í einstøkum føri. Hetta haldi eg er sera syrgiligt, og vit eiga sum skjótast, at betra ikki bara bústaðarumstøðurnar, men allar aðrar umstøður hjá teimum við menningartarni, soleiðis at tað verður pláss fyri okkum øllum her í samfelagnum, sigur Lis Eklund.
Ymiskir tørvir
Á fundinum komu tey menningartarnaðu eisini til orðanna. Tey vístu á, at tey vildu fegin hava egnan bústað, men at tey høvdu brúk fyri meira hjálp enn onnur. Eisini høvdu tey sera nógv ymisk ynskir um bústað.
-Ì Føroyum hava vit ofta gjørt tað soleiðis, at vit koyra øll tey menningartarnaðu á ein stovn ella á eitt búpláss. Hetta er sera skeivt. Tí júst sum vit onnur, so eru menningtarnað jú so ymisk. Og tey ynskja sær júst sum vit onnur, at seta føtur undir egið borð. Tað eiga vit sum samfelag at kunna bjóða teimum møguleikan til, sigur Lis.
Felags fyri tey menningartarnaðu, ið komu til orðanna gjøgnum Annlis Bjarkhamar, sum er dagligi leiðari á Javna, var, at tey vóru so ólíka. Valdemar ynskti sær okkurt at búgva í, sum er tætt við náttúru og djór, og Esther Maria vildi fegin búgva tætt við onnur. Herfinnur ynskti sær eina íbúð á Skálafjørðinum, og Tórður vildi fegin búgva tætt við, har systir hansara búði.
Nú tað almenna skal fara í holtur við at fáa betur skipaðar umstøður til tey menningartarnaðu, ynskir Javni, at tað verður lurtað betur eftir teimum við menningartarni.
-Tað verður ofta farið upp um høvdið á teimum, og so gera vit, tað ið vit halda verða best fyri tey. Men fólk við menningartarni vita væl sjálvi, hvat tey ynskja sær, so um politikararnir ivast, skulu tey bara spyrja tey, sigur Lis.
Hon var als ikki ovfarin av góðu luttøkuni á fundinum, tí hon veit, at evnið hevur verið nakað, ið altíð hevur upptikið foreldur at børnum við menningartarni nógv.
-Foreldrini tonkja sjálvandi nógv upp á, hvat skal henda teirra børnum, tá ið tey fara. Eisni vita foreldur væl, at júst sum onnur børn, so vilja teirra børn eisini sleppa at flyta út og klára seg sjálvi. Vónandi fáa vit nú skjótt í lag, sigur Lis Eklund í Niðristovu at enda.










