Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í javnstøðumálum
Á kvinnudegnum 8. mars 2004
????????????????????????
Hitt kynið
Í føroyskum politikki eru konufólk framhaldandi hitt kynið. Fáar í tali, og fyri føroyingar, sum ganga inn fyri javnari politiskari umboðan millum kynini, vóru útlitini alt annað enn bjørt eftir løgtingsvalið í januar í ár. Seinastu 10 árini hava verið 4 ella 5 konufólk millum løgtingslimirnar, men í ár minkaðu talið so niður í 3.
Tað hægsta talið av kvinnuligum løgtingslimum nakrantíð er 5. Hetta var í 1994, tá Maria Hansen, Lisbet L. Petersen, Marita Petersen, Helena Dam á Neystabø og Ingeborg Vinther í eitt tíðarskeið høvdu sæti á tingi. Í løgtinginum vóru tá 32 limir, so í eitt tíðarskeið var kvinnuliga umboðanin í føroyska parlamentinum knappliga 16 prosent. Hetta er føroyskt met.
Hugvekjandi
Hesi tøl eru hugvekjandi. Serliga tá fjølmiðlarnir júst hava borið tey tíðindi, at fjórði hvør fólkavaldi politikari í Irak skal vera konufólk. Hetta er komið í eina fyribils grundlóg, sum Irakiska Stjórnarráðið er komið ásamt um við teirri grundgeving, at valskipanin skal tryggja eina rættvísa umboðan av øllum landsins íbúgvum.
Kvinnurnar skulu sostatt telja 25 prosent í irakiska parlamentinum, meðan tær eftir 20. januar í ár telja 9,3 prosent í føroyska løgtinginum. Tær telja helvtina av landsins íbúgvum, og tær eru ein lítil minniluti á tingi. Tær eru hitt kynið.
Í landsstýrinum er støðan einki øðrvísi. Vit hava havt kvinnuligan løgmann, Maritu Petersen, og í eitt tíðarskeið í 80?unum vóru tvey konufólk í landsstýrinum. Hesar vóru Karolina Petersen og Jóngerð Purkhús. Annars hevur ein ella eingin kona verið millum tey, ið manna landsins stýri.
Og nú nýtt landsstýrið varð skipað, var harmiligt at einki pláss var fyri nøkrum konufólki. Eitt slag av javnstøðupolitiskari null-hugsjón kundi man freistast til at hugsa. Men tað eigur so at fáa hesar somu politisku flokkar at taka sær um reiggj til frama fyri einum meira virknum javnstøðu-politikki.
Almenn ábyrgd
Fólk eru sera ójøvn á máli um, um tað er ein almenn uppgáva og ábyrgd at fáa fleiri konufólk at verða virkin í politikki. Tær hava somu møguleikar sum menninir at gera seg galdandi politiskt, verður sagt. Tað eru teirra egna val, verður sagt. Tær hava ikki hug at fara upp í politikk, tí tær raðfesta familjuna hægri, verður sagt. Og úr politisku flokkunum hoyrist, at tað als ikki er nøkur løtt uppgáva at fáa tær at stilla upp.
Sum landsstýrismaður í javnstøðumálum haldi eg, at tað almenna eigur at virka fyri, at kynsbýtið í politikki verður javnari, við at fleiri konufólk fáa sæti á tingi. Spurningurin er so, hvussu tað ber til at røkka hesum máli.
Orsøkir
Higartil er mær vitandi ikki nógv arbeiði gjørt fyri at útvega upplýsingar, sum kundu víst á møguligar orsøkir til, at so fá konufólk eru millum okkara fólkavaldu. Aloftast eru gitingar og pástandir grundarlagið undir kjakinum, tá hesin spurningur er á skránni, bæði í privatum og almennum høpi.
Javnstøðunevndin hevur tikið eitt áhugavert stig til at nærkast einum svari við at biðja um eina Gallup-kanning av arbeiðsbýtinum í teimum føroysku heimunum. Ikki tí at eg haldi, at tað almenna skal leggja uppí tað, sum fer fram innanveggja í heiminum. Men eg haldi tað vera áhugavert at fáa at vita, um ein orsøk til, at vit hava so fáar kvinnuligar politikarar er, at tær eru ovbyrjaðar, tí tær umframt at arbeiða allan dagin, eisini einsamallar standa fyri húsi og heimi.
Tiltøk
Fleiri upplýsingar um livikor, um familjumynstur, um arbeiðslív og um onnur viðkomandi viðurskifti eru neyðugar, fyri at fáa greiðu á, hví tann kvinnuligan umboðanin á tingi er so avmarkað.
Eisini eiga vit at skipa fyri ítøkiligum átøkum fyri at røkka málinum: einum javnari kynsbýti á tingi. Átakið Fleiri kvinnur á ting, sum Javnstøðunevndin tók stig til fyri løgtingsvalið í 2002 er eitt gott dømi um eitt væleydnað átak: 4 konufólk vórðu valdar, og tað var samsvar millum talið á kvinnuligum valevnum og talinum á kvinnum, sum komu inn.
Ójavni í javnstøðuarbeiðinum?
Løgtingslóg um javnstøðu millum kvinnur og menn kom í gildi í 1994. Hon hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn, og at veita kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgving, arbeiði umframt til yrkisliga og mentanarliga menning. Eisini ásetur hon, at Javnstøðunevnd skal veljast eftir hvørt løgtingsval.
Higartil er høvuðsdentur-in í tí almenna arbeiðinum fyri javnstøðu lagdur á at betra um støðuna hjá kvinnum. Stórur tørvur hevur verið og er framhaldandi á hesum arbeiði, sum Javnstøðunevndin hevur gingið á odda fyri.
Men tíðin er eisini komin til at breiðka javnstøðuarbeiðið til at fevna um spurningar, sum beinleiðis eru tengdir at livikorunum hjá mannfólki. Eitt dømi um ein slíkan spurning, ein ójavna í javnstøðuni, er foreldramyndugleiki. Á hesum økinum eru tað menninir, páparnir, sum eru fyri vanbýti. Á heimasíðuni hjá Javnstøðunevndini, www.javnratt.fo, eru ymsar síður av spurninginum um foreldramyndugleika lýstar. Og fyri stuttum varð eitt felag stovnað, sum hevur til endamáls at arbeiða fyri rættinum hjá barninum til bæði foreldrini.
At enda
Javnstøðulógin hevur nú 10 ár á baki. Og arbeiðið fyri javnstøðu er við tíðini ment til at fevna um spurningar, sum bæði kvinnur og menn kunnu taka til sín. Soleiðis skal tað eisini vera.
Tann gongda javnstøðuleiðin er eitt samanspæl millum privat tiltøk, sprottin úr grasrótunum, og eitt miðvíst arbeiði í almennu fyrisitingini. Hetta arbeiði krevur eina væl gjøgnumhugsaða langtíðarætlan, har ítøkilig mál verða sett, og har úrslit verða mátað.
Í Almanna- og heilsumálaráðnum fara vit nú í holt við hetta drúgva og neyðuga arbeiðið.