Formaðurin í Vinnunevndini sigur, at føroyski útflutningurin av laksi, og øðrum fiski, til Kina, veksur skjótt. Men vit hugsa okkum eisini, at fleiri føroysk virki kundu havt áhugað í at stovna deildir í Kina [...] Olsen sigur, at á eitt øki, vit í Føroyum hava stóran áhuga í, er at menna varandi orkuskipanir. - Á hesum øki eru kinesrarar rættiliga frammaliga, tí Kina er tað landið í heimi, har menningin av varandi [...] hann. - Í hesum sambandi hugsar Alfred Olsen kanska mest um at menna vindorku, men eisini aðrar varandi orkukeldur. Við í føroyska ferðalagnum eru tilsamans tíggju fólk. Tey eru teir sjey limirnir í vinnunevndini
Í morgin, leygardagin, er altjóða brekdagur, og hann verður eisini hildin í Norðurlandahúsinum í Havn. Síðani 1992 hava Sameindu Tjóðir hvørt ár hátíðarhildið altjóða brekdag tann triðja desember runt [...] runt um í verðini, og hann verður sostatt aftur í ár. Á altjóða brekdegnum í ár verður serligur dentur lagdur á 17 ávís mál, sum skulu fremjast hesi næstu árini fyri at fáa tað samfelagið, vit ynskja okkum [...] fevnandi og rættvísan heim fyri fólk, ið bera brek. Á degnum í ár verður eisini mett um, hvussu langt, vit eru komin í arbeiðnum at lúka krøvini í ST sáttmálanum um rættindi hjá einstaklingum ið bera brek
málskjútti, og hann hevur skorað fýra mál, síðani hann í summar legðist aftrat í 07 Vestur. Jón Nordendal er formaður í 07 Vestur, og hann og hini í og kring felagið eru heilt væl nøgd: -Hetta er besta árið [...] Í dag setti 07 Vestur punktum fyri hetta árið við trivaligum 5-1 sigri á útivølli ímóti TB. Hetta er størsti sigur hjá vágamonnum í ár, hetta er størsti sigur hjá 07 Vestur yvirhøvur á útivølli í bestu [...] vann sætta plássið, so flutti næstbesta liðið upp í 1. deild og triðibesta liðið upp í 2. deild. -Haraftrat hava vit fyri fyrstu ferð havt kvinnulið í bestu deildini. Tær hava staðið seg væl, og tað hevur
hevur 07 Vestur í dag vunnið landskappingardyst ímóti NSÍ. Í góðveðrinum á Dungasandi í Sørvági vann 07 Vestur 3-2. Stóri maðurin hjá heimaliðnum var álopsspælarin Mads Borchers, sum í sjey minuttir skoraði [...] veikleikunum hjá NSÍ hevur higartil í ár verið, at mál eru farin ígjøgnum í síðstu sekundunum undan steðginum. Soleiðis var tað eisini í dag. Dómarin legði ein minutt aftrat tíðini í fyrra hálvleiki. Tá var tað [...] 3-0. Í báðum førum var tað Mads Borchers, sum skoraði, og í báðum førum var NSÍ verjuspælið einki at reypa av. Í fyrra førinum var tað eftir flatt innlegg úr høgru frá Jasper Van Der Heyden, og í seinna
linja í menningini. Uttan undantak hava allir spælararnir áður verið á U-16 landsliðnum. Fýra av spælarunum eru á U-16 liðnum í ár, fleiri vóru í fjør, og so eru tað teir, sum vóru við á U-16 í fyrraárið [...] Í gjár fóru boðini frá Fótbóltssambandinum og til spælararnar, ið skulu taka lut í EM undankappingini fyri U?18 landslið, sum verður í Finnlandi um mánaðaskiftið. Átjan spælarar eru úttiknir, og um vit [...] spælarar á liðnum í part. Tríggir spælarar koma úr NSÍ, tveir úr KÍ, og so er ein spælari úr hvørjum av hesum feløgum: ÍF, GÍ, MB, SÍF og Randers Freja í Danmark. Ganga aftur Føroyingar hava nú í mong ár verið
Kristianna, var úr Leynum, dóttir Martinus í Leynum. Hon fór niður til Danmarkar miðsskeiðis í tríatiárunum, giftist og búsettis í Blågårdsgade á Nørrebro í Keypmannahavn. Hon og maðurin, Axel, fingu synirnar [...] sangari. Ingolf hevur eina serliga rødd, sum eisini týðum er at hoyra í bæði í Danmarks Radio og í Útvarpi Føroya, ikki minst tá Janus velur løgini. Berlingarin skrivaði týsdagin, at røddin hjá Ingolfi er [...] Faktiskt var tað í einum verki hjá Antonio Bibalo, hann í sínari tíð trein fram á tí Jydsku Operaini. Tá var hann partur av navnframa ensamblenum, Prisma, hjá Tamás Vetös, og frá 1967 í Trio Mobile, saman
Svimjing Tað er einki dulsmál, at svimjingin í Føroyum í nógvar mátar hevur staðið í stað seinnu árini. Kanska ikki í stað, men í øllum førum hevur menningin her hjá okkum verið nógv spakuligari enn hjá [...] verið í landinum. Tað fall Havnar Svimjifelag í lut at standa fyri fyriskipanini av kappingini, og sum heild gekst hetta væl. Fyri at avgreiða allar kappingarnar, var eisini neyðugt at taka høllina í Argja [...] hetta. Hartil vórðu trý bólkamet eisini sett í kappingini. Elsba Mørkøre úr Skeggjum setti bólkamet í bólki 3 við tíðini, 1.14, og stafettirnar hjá Flot í bólki 3 settu tvey met. Hetta var á teinunum 4X50
seg fram undir liðina á lettlendska stórmeistaranum Normunds Miezis í víðkaðu FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Í fjórða umfari í gjár vann Helgi ógvuliga sannførandi við hvíta fólkinum á Sjúrða [...] hvat Olaf finnur uppá. Í fimta umfari í dag verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum: Høi - Helgi Olaf - Miezis Dragicevic - Carl Eli Sjúrður - Hans Kristian Hinir bólkarnir Í 1. bólki strýkur 13 ára [...] Avgerandi umfar Fleiri spennandi talv eru á skránni í dag. Helgi skal í holtur við Carsten Høi. Helgi hevur svarta fólkið. Helgi var eitt sindur óheppin í lutakastinum, tí hann fekk svart móti báðum útlendsku
heimsins bestu hondbóltstjóðir í EM endapælinum fyri U-20 landslið hjá monnum, sum í hesum døgum er í Porto í Portugal. Í dag var Noreg mótstøðuliðið í fyrra dystinum í B-bólkinum. Í hondbólti er Noreg ikki hvør [...] hava møguleika at enda millum 10 tey bestu í kappingini. Tað er týdningarmikið, tí tað ber rættin at vera við í HM endaspælinum næsta ár við sær. Á middegi í morgin er Pólland mótstøðuliðið. Um tað eydnast [...] verður atgongumerkið til HM kappingina tryggjað. Fyrr í kappingini hevur Pólland vunnið 32 – 26 ímóti Noregi. Heilt stóri spælarin á føroyska liðnum í dag var Elias Ellefsen á Skipagøtu. Hann var toppskjútti
og í endaspælinum høvdu teir gjørt bart og vunnið allar 12 dystirnar. Í ár hevur liðið í fleiri førum havt alstórar trupulleikar, og millum annað høvdu teir tapt fyri H71 í fyrra innanhýsis dystinum. [...] aftur í, at munur er á støðuni hjá besta mansliðnum hjá Neistanum nú, samanborið við støðuna fyri góðum hálvum ári síðani. Tá var liðið júst vorðið meistarar í bestu deildini fyri fyrstu ferð í 22 ár, [...] dystinum. Eina løtu í seinna hálvleiki mundu teir bláu farið avstað, men trý mál á rað frá hoyvíkingunum skaptu aftur spenning í dystin. Seinasta - og avgerandi - málið fingu neistamenn í seinastu sekundunum