Hvalba: Einki arbeiði hevur verið á flakavirkinum í Hvalba, síðan virkið fór í gjaldssteðg fyri nøkrum mánaðum síðan.
Nú frættist tó, at ?góðir menn?, bæði í Hvalba og aðrastaðni, arbeiða við eini loysn, sum kann føra til, at virkið verður latið uppaftur um ikki so langa tíð. Men enn er ein endurreising ikki í heilt ?pottinum?, skilst. Hvørjir persónarnir aftan fyri eina møguliga endurreisn eru, vil kelda okkara ikki siga, men bara, at hetta eru ?góðir menn?, og at arbeiddi verður í loyndum.
Mistu arbeiði - og pengar
Tá ið virkið fór í gjaldssteðg, mistu eini 40-50 fólk arbeiði. Tey mistu eisini nakrar vikur í løn og skipini, sum burtur av landaðu til virkið, Steintór, Niels Pauli, Mýlingur og Brestur, mistu eisini pengar.
Arbeiðarafeløgini í Hvalba hava hjálpt eini 20-30 fólkum at fylla út umsóknarbløð til Trygdargrunnin, sum tey hava goldið pengar í, men haðani frættist, at einki kann gjaldast úr grunninum, so leingi virkið ?bara? er í gjaldssteðgi. So, fyribils fáa tey ongar pengar haðani.
Keldur innan arbeiðarafeløgini siga, at teir, sum nú arbeiða við eini loysn, hava ?følt seg fyri? hjá feløgunum, og ætlanin er í øllum førum, at Arbeiðsmannafelagið Roynd verður við í endurreisingini.
? Felagið hevur í nøkur ár tikið 1% eyka frá limum sínum ? júst við tíendamáli at hjálpa vinnuni á staðnum, og tað fara vit at gera, um nakað spyrst burtur úr hesum, siga keldur, Sosialurin hevur tosað við.
Harald tann síðsti
Tað var upprunaliga vinnulívsmaðurin, Jens Norðberg, sum gekk á odda fyri at byggja hvalbingum eitt flakavirki, og tað vóru í fyrsta lagi eisini Jens og sonurin, Janus, sum lótu djúpvatnstrolararnar, Niels Paula og Steintór, byggja. Hesir hava verið dyggasti stuðulin undir rávørutilgongdini hjá virkinum í Hvalba.
Tann seinasti, sum hevði flakavirkið opið, var Harald Eirikstoft.- Fólk vóru væl nøgd við arbeiðsplássið, og fólk fingu sína løn til tíðina. Reiðarí og manning hjá Niels Paula, Steintóri, Mýlingi og Bresti, vóru væl nøgd við fiskaprísin, tí virkið yvirbjóðaði prísirnar á uppboðssøluni. Teir, sum sigla við skipunum, ið eru heimahoyrandi her, vóru eisini fegnir um at sleppa til hús, so skjótt skipini høvdu lagt til bryggju. Alt vísti seg at ganga væl, til virkið tíverri fór í gjaldssteðg og hevur verið afturlatið síðan.
Keldur, sum blaðið hevur tosað við, vænta ikki, at Harald fer at lata virkið uppaftur, hóast tað ljóðar, at hann ætlar at royna. Tey trúgva heldur, at tað verða aðrir, sum fara at gera hetta. - Men enn gongur alt fyri seg í loyndum, siga tey í Hvalba.Sum skilst, samráðast nýggju stigtakararnir við Ny Kredit í Danmark umloysnina, sum nú er upp á tal.









