Fløvandi sangur og tónleikur í Hoydølum

Hvørt heyst skipar studentaskúlin í Hoydølum fyri kvøldsetu á skúlanum fyri næmingum, foreldrum, systkjum og vinum. Stóra aulain í skúlanum er tá miðdepil fyri ymsum tónleikatiltøkum, upplestri og av og á eisini sjónleiki.

Kvøldseta

Herfyri varð so árliga kvøldsetan á skúlanum við tónleiki, mest kórsangi men eisini instrumentaltónleiki á skránni. Hans Olivur Joensen, tónleikalærari í Hoydølum var ein av teimum, sum stóð fyri tiltakinum. Hann sigur, at hetta er afturvendandi tiltak á hvørjum ári og er tað nakað, sum dámar næmingunum væl. Tað er so eisini við til at sjóva teir saman undir øðrum umstøðum enn tað teir uppliva vanligar skúladagar. Her er so eisini ein møguleiki at sleppa at framføra tað, sum man tekst við í skúlatíðini ella í frítíðini, fyri einum avmarkaðum áhoyraraskara. Talan er so bæði um flokkar, sum skipa fyri men har eru so eisini frítíðarbólkar, sum venja í Hoydølum. Skráin fyri slíka kvøldsetu er rættiliga ymisk ári frá ári, tí tað veldst jú nógv um, hvønn tónleik næmingarnir velja. Okkurt árið hevur harður rockur verið á skránni. Hesaferð varð tað meira róligur tónleikur.

Á kvøldsetuni framførdu fleiri kór føroyskar og útlendskar sangir. Har vóru so eisini fleiri tónleikabólkar, har onkur framførdi nýggj løg. Eisini vitjaði eitt stórt kór úr KFUM við fleiri gospelsangum. Úr skránni hesaferð kann nevnast: Ruth og Jenny 02pq, Sparrow (duett, klaver) - 02f/02z, Breaking up is hard to do (Sedaka), kór og orkestur - One Time, Saknur (Hanus Joensen), Lív: klaver, Ebba Sofía: cello og Rani: sang - Chanett og Jóan Petur, Butterfly kisses, Smile, Can you feel the love tonight - 02x, Vem kan segla.... (trad), kór við fagot, violin, bratsch og congas - 02ð, Tears in Heaven (Clapton), kór og klaver - Hástig 2g, Vi kan ikke leve alene, Weather with you og Har du visor min ven - Playmate, Mia (Ragnar, Jóanes og Tróndur) - Sound of Glory, Shackles (Mary Mary), Shout to the lord og Lean On Me - Ívar, Free fallin, Learn to fly og Side (Baldur, Bergur, Eirikur og Niklas) . Rútmiska Kórið í Hoydølum hevði so eisini fleiri framførslur. Aftrat hesum var so eisini upplestur, har eitt nú Øssur úr O1q læs yrkingar eftir Jóanes Nielsen, Janus Djurhuus og Tóroddi Poulsen.

Skipað verður helst aftur fyri eini kvøldsetu tíðliga næsta ár. Rútmiska Kórið skal annars syngja jólasangir í SMS undan jólum umframt seinasta skúladag í Hoydølum, tá nógvur sangur er á skránni. Stóra tiltakið næsta ár verður annars vanliga várkonsertin, sum eisini kann verða víðkað til onnur tiltøk á øllum skúlanum.