Sirm í sjóroki

Tónleikabólkurin Sirm, við Tór Verland á odda, valdi at flyta nýggju fløguna heim við pólfarinum, Olgu. Fyrstu eintøkini vóru handað sangaranum og sellospælaranum umborð á uppdrigna bátinum í gjárkvøldið. Fløgan verður at fáa fríggjadagin.

Í morgin verður nýggja fløgan hjá bólkinum, Sirmi, við Tór Verland Johansen, skaldi og tónleikara, at fáa í Føroyum. Fløgan er tikin upp í Danmørk, og margfaldað í Týsklandi.


Við opna glastrevjabátinum, Olgu, varð fløgan flutt til Føroya. Á leiðini varð lagt at í Noreg og Hetlandi, og í gjár varð fløgan handað Tór Verland, ið er oddamaður í Sirminum. Handanin fór fram uppi á turrum í Runavík, har Olga verður umvæld.


Ein av pólfararunum, Joel Cole, fekk áðrenn fráferðina við Longulinju í Keypmannahavn samband við ein føroying harniðri, sum er knýttur at útgávufelagnum, Tutli. Hesin spurdi, um ævintýrararnir ikki kundu flyta fløguna til Føroya, og tað var í fínasta lagi.


Sello og rødd ganga aftur


Vit kenna øll bólkin Safir, við Tór Verland og Janusi Trygvasyni, sum við fløguni við sama navnið gingu siðursgongd um landi; serliga við høgru hond, ið góð var til at taka, tá ástóð?


Tór Verland sigur, at hann nú hevur slept takinum á tí gamla, og við nýggja bólkinum hevur roynt at gjørt eina fløgu, sum er merkt av, at talan er um eitt rættiligt orkestur.


Selloin, sum eyðkendi Safirfløguna, er sloppin framat í 5 av teimum 10 løgunum á nýggju útgávuni. Somuleiðis gongur røddin á Tóri aftur í Sirminum.


Verður ikki orgulbyggjari


Søgan um tónleikaran Tór, er klassiska søgan um musikalska heimið, har tónleikurin hevur verið fastur táttur. Abbin var navnframi orgulbyggjarin Verland Johansen, ið dugdi at spæla á heili tólv ljóðføri. Pápin er eisini orgulbyggjari.


Fyri Tór hevur pípan tó fingið annað ljóð. Hann viðgongur, at hann neyvan verður orgulbyggjari sjálvur. Honum dámar betur at smíða løg og yrkja, og flestu løgini á Sirmfløguni eigur Tór. Ein tekst hevur Bárður Persson kortini gjørt, og hesum sanginum væntar Tór sær nógv av.


Tíggju perlur


Tónleikarar á fløguni eru umframt høvuðsnavnið Tór Verland, Hans Petur í Brekkunum, Palle Hjort, Mads Jørgensen, Frederik Jørgensen og Lars Petersen. Tónleikararnar hevur Tór Verland sjálvur valt sær eftir tørvi.


Upprunaliga hevði Tór Verland ætlanir um at gera eina nýggja Safirfløgu saman við Janusi Trygvasyni. Henda ætlanin gjørdist ongantíð veruleiki, tí teir báðir fluttu til Danmarkar, í hvørt sítt herðashorn at búgva; Tór til Aarhus og Janus til Keypmannahavnar. Tór heldur, at tað hevði verið sera torført at gjørt eina aðrar fløgu í andanum á tí gomlu, tí fólk høvdu kanska í ov stóran mun høvdu væntað eina endurtøku av Safir-sjangruni.


Sambært Tór Verland er talan um tíggju einstakar perlur á nýggju fløguni, sum kom til landi við beinasomu pólfarunum?