Fíggjarheimur
Hóast munandi minni avlop enn kappingarneytin, Eik Banki, so heldur framgongdin hjá Føroya Banka fram. Fyrstu níggju mánaðirnar í ár var avlopið hjá Føroya Banka áðrenn skatt 134 mió. krónur samanborið við 97 mió. krónur sama tíðarskeið í fjør. Rentingin av eginognini var 8,2 prosent.
Úrslitið sjálvan 3. ársfjórðing 2007 var 22 mió. kr. samanborið við 42 mió. kr. í 2006.
- Hetta er nøktandi havandi í huga, at bankin hevur havt 25 mió. krónur í útreiðslum í sambandi við stovnan av dótturbankanum Føroya Bank A/S í Danmark, skrivar Føroya Banki í tíðindaskrivi.
Nettorentuinntøkurnar fyrstu níggju mánaðirnar í ár vóru vóru 212 mió. krónur. samanborið við 174 mió. krónur í fjør. Tænastu- og provisiónsinntøkurnar øktust úr 25 mió. krónur fyrstu níggju mánaðirnar í 2006 upp í 29,6 mió. krónur sama tíðaskeið í 2007. Tilsamans eru nettorentuinntøkurnar og tænastu- og provisiónsinntøkurnar øktar 22 prosent, skrivar bankin.
- Bankin hevur havt eina góða framgongd í inntøkunum í ár, men árið hevur eisini verið merkt av eingangsútreiðslum í sambandi við børsskrásetingina og stovnanina av Føroya Bank A/S í Danmark. Samanumtikið hevur Føroya Banki skapt sær eitt gott útgangsstøði til at økja um avlopið komandi árini, sigur Janus Petersen, forstjóri, í tíðindaskrivi.
Útlánini hjá bankanum vóru 30. september í ár 6,8 mia. kr. Útlánini eru økt 1,4 mia. kr. síðan ársbyrjan 2007 ella tilsamans 26 prosent. Innlánini vóru 5,4 mia. kr. Tey eru økt við 746 mió. kr. síðan ársbyrjan ella 16 prosent. Eginpeningurin hjá Føroya Banka er nú 1.352 mió. kr. Fíggjarjavnin er 8,6 mia. kr. Javnin er síðan ársbyrjan øktur 1.386 mió. kr. ella 19 prosent. Solvensurin er 19,2 prosent.
15.000 nýggir partaeigarar
Føroya Banki varð børsskrásettur á virðisbrævamarknaðunum í Íslandi og Danmark 21. juni 2007. Tá vórðu eisini tveir triðingar av bankanum einskildir, og bankin fekk 15.000 nýggjar partaeigarar.
Í august í ár boðaði Føroya Banki frá, at bankin fer at stovna dótturbanka í Danmark. Søkt hevur verið eftir fólki til danska dóttirbankan, og áhugin hevur verið ovurhonds stórur, upplýsir Føroya Banki.
Tveir stjórar í Føroya Bank A/S eru settir. Forstjóri er Carlo Chow, og stjóri Kim Linnemann. Báðir koma úr leiðandi størvum í danska fíggjarheiminum.
Føroya Banki væntar eitt ársúrslit í 2007 á millum 135 og 150 mió. krónur fyri áðrenn burturleggingar og skatt. Hetta er ein øking samanborið við meting bankans 17. august 2007, sum var 125-140 mió. kr. áðrenn burturleggingar og skatt.
Samlaða úrslitið fyri 2007 verður væntandi millum 165 og 180 mió. krónur áðrenn skatt.