fingu høvi at royna seg. Tilsamans tóku fleiri enn 100 fólk lut, og fór kappingin fram á átta vøllum. Og væl gekst at avgreiða kappingina. Byrjað varð um tíggju-tíðina um morguin, eftir at Eirikur Dam [...] Dam, nevndarlimur í Javna, hevði sett kappingina, og longu kl. 15.00 var klárt at fara til handanina av heiðursmerkjunum. Hesi vórðu býtt, soleiðis sum yvirlitið niðanfyri sýnir. FM ? rørslutarnað børn 1Martin
løgmann, har tosað varð m.a. um møguleikar at bøta um handilsviðurskifti landanna millum. Í síni samrøðu við varasendiharran legði løgmaður serligan dent á týdningin av at menna samstarvið við Kanada um fela [...] hevur til endamáls at røkja gravir hjá hermonnum úr bretska samveldinum, ið eru í danska ríkinum. Mikudagin 24. mars hevur varasendiharrin fund við landsstýrismannin í vinnumálum, umframt at vitja Menningarstovuna
hetta tó ongantíð nóg mikið til at skala trygga HB-sigurin. Og hóast góða avrikið, so var tað heldur ikki ein serliga nøgdur Hans Pauli, sum vit fingu orð á eftir dystin. - At vit soleiðis geva upp, er ikki [...] Tað er neyvan ov nógv sagt, at einasti av EB/Streymur leikarunum, sum av røttum kundi standa við sítt avrik, var Hans Pauli Samuelsen. Ferð eftir ferð var hann maðurin, sum við fiksum fintum og góðum sendingum [...] vóru í Havn seinast. Vit fáa býtt mál ímóti okkum, og so fella vit bara í fátt. Men tað er jú ikki tað at fella í fátt, sum tú vanliga setir tykkara lið í samband við? - Nei. Avgjørt ikki. Í fjør stríddust
av bygd til samanspæl. Umframt saman við kórinum at framføra ta gitnu Mozart-perluna Ave Verum, sum konsertin endar við, fer hetta vónríka unglingalið at framføra instrumentasatsir eftir Antonio Vivaldi [...] Oddur Hentze og Peder Riis-Jensen. Sum nakað serstakt verður eisini úrvaldur unglingastrúkarabólkur at hoyra. Tað er tann kendi tónlistamaðurin Benny Wilkinson, føringur í móðurlegg, sum her í várhálvuni [...] Sum siðvenja við kirkjukonsertum í Føroyum verður ikki atgongugjald, men høvi verður til sjálvboðið at stuðla konsertini fíggjarliga.
Eftir hagtølunum at døma, so eru tað tey bæði havnarfeløgini, sum eiga størsta fyrimunin undan dystunum hósdagin. Bara eina ferð tey seinastu tíggju árini hevur NSÍ megna at tikið stig í Havn, men ta ferðina [...] vitjað í Fuglafirði seinastu fýra árini, men verður hugt longur aftur, so sæst, at teir her hava havt eitt sera gott tak á, tó at einsamalla tapið í ?96 misprýðir hagtølini nakað. Í aðrar mátar tykist tað standa
ík. Norska kórið fer fyrst og fremst at framføra sítt egna program, men tey fara eisini at royna seg saman við Felagskórin-um Gøta/Leirvík, tí kórini bæði fara at framføra eitt føroyskt og eitt norskt [...] verða 45 sangarar. Kórið er mest kent fyri sína afturvendandi nýggjárskonsert í Levanger Kirkju og fyri at skipa fyri »Syngið við kvøldum«, m.a. á Levanger Brygge. Kórið hevur harumframt framført operettur
bólkar við nýggjum tónleiki kunnu framføra. Tískil er týdningarmikið at fáa ein slíkan tónleikamiðdepil, har ein fyrst og fremst kemur at lurta eftir tónleiki framum onnur støð kring býin. Men tað er neyðugt [...] Kristian Blak: Ein íløga fyri samfelagið - Tað er skeivt at tosa um menning av tónleikinum, tí talan er í veruleikanum um menning av øllum samfelagnum. Eitt konserthús er ikki bert fyri tónleikaran, men [...] skal tónlistarlig góðska fáast, er neyðugt við røttu hølunum, og tað kann gerast dýrt. Tað dugir ikki at blaka tónleikarar inn í ein ella annan tilvildarligan betongbygning.
løgreglan fráboðan um, at ein ungur drongur, hevði sligið ein annan í andlitið niðri í býnum. Talan var um fleiri persónar, sum lupu á ein annan, sum fekk skoynur í andlitið umframt at onkur tonn var loysnað [...] eftir Varðagøtu. Hýruvognsførarin var koyrdur á skaðastovuna við onkrum smásnuddum. Løgreglan upplýsir, at báðir bilarnir fóru illa av óhappinum. Brotnir rútar Fleiri rútar í Tilhaldinum vórðu knústir um v [...] venda oman ímóti Grasagarði á vestaru síðuni av Tilhaldinum. Sunnudagin fekk løgreglan fráboðan um, at innbrot hevði verið í Argja skúla. Gerningsmenninir høvdu tikið ein pengakassa frá skrivstovuni. K
teimum mongu klaksvíkingunum, sum hava ein brennandi áhuga fyri KÍ. Undan kvøldinum hevði KÍ boðað frá, at talan var um eina lítla samkomu, nú Jákup Mikkelsen skuldi venda heim til felagið, og eisini var løtan [...] hevur verið í Danmark, har hann hevur fingið skurðviðgerð. Men tað mundi vera ein illa fjald loyna, at KÍ eisini hevði onnur geramál á skránni hetta kvøldið. Fyrst og fremst var tað venjarin fyri komandi [...] Bjerg, soleiðis sum vit skrivaðu í seinasta blaðnum fyri jól. Hartil kundi KÍ á fundinum boða frá, at felagið nú hevur fingið sáttmála í lag við tveir av leikarunum, sum felagið hevur bygt liðið kring
Havnar at búgva, tá Petur var um 15 ára aldur. Petur sigldi frá ungum av. Hann er útbúgvin skipari og førdi fleiri skip sum t.d. Hvítanes, sum hann sjálvur var partaeigari í. Hann mátti gevast at sigla [...] sigla tá eyguni fóru at bila, hann var tá umleið 60 ára gamal. Petur giftist við Signhild, f. Rasmussen, av Skála, dóttir Rakul, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Palla Rasmussen, vanliga nevndur Skála Palli [...] Havn, men fyri umleið tveimum árum síðan fluttu tey bæði inn á Sambýlið, Oman Hoydalar 6 í Hoyvík, at búgva. Hóast høgan aldur er Petur væl fyri og fylgir væl við tí sum fyriferst rundan um hann og í