Fótbóltur
Mánakvøldið var eitt av teimum heilt hugaligu hjá teimum mongu klaksvíkingunum, sum hava ein brennandi áhuga fyri KÍ.
Undan kvøldinum hevði KÍ boðað frá, at talan var um eina lítla samkomu, nú Jákup Mikkelsen skuldi venda heim til felagið, og eisini var løtan ogna Annfinni Danielsen, sum er ungdómsvenjari í felagnum, og sum júst hevur verið í Danmark, har hann hevur fingið skurðviðgerð.
Men tað mundi vera ein illa fjald loyna, at KÍ eisini hevði onnur geramál á skránni hetta kvøldið. Fyrst og fremst var tað venjarin fyri komandi árið, sum varð almannakunngjørdur, og ikki óvæntað gjørdist tað Ove Flindt Bjerg, soleiðis sum vit skrivaðu í seinasta blaðnum fyri jól.
Hartil kundi KÍ á fundinum boða frá, at felagið nú hevur fingið sáttmála í lag við tveir av leikarunum, sum felagið hevur bygt liðið kring seinnu árini. Ovi Nysted og Atli Danielsen mugu báðir metast sum rimmarfastir í KÍ-verjuni, og tað verða teir eisini eftir øllum at døma komandi árið. Atli setti sítt navn á nýggjan eitt-ára sáttmála, og Ovi hevur givið KÍ pappír upp tey trý komandi árini.