Eftir hagtølunum at døma, so eru tað tey bæði havnarfeløgini, sum eiga størsta fyrimunin undan dystunum hósdagin. Bara eina ferð tey seinastu tíggju árini hevur NSÍ megna at tikið stig í Havn, men ta ferðina tóku teir so eisini øll trý, samstundis sum B36 misnýtti tvey brotsspørk. HB hevur ikki vitjað í Fuglafirði seinastu fýra árini, men verður hugt longur aftur, so sæst, at teir her hava havt eitt sera gott tak á, tó at einsamalla tapið í ?96 misprýðir hagtølini nakað.
Í aðrar mátar tykist tað standa so toluliga á jøvnum millum mótstøðuliðini hósdagin. KÍ eigur tó fyrimunin móti GÍ, eins og VB hevur verið omaná tvær av teimum trimum ferðunum, sum teir hava vitjað á Eiði. Og á Toftum hava B68 og Skála býtt sínamillum tær báðar ferðirnar, sum tey higartil hava leikt í bestu deildini.
Nú eru tað so ikki hagtølini, sum avgera nakran dyst, men stuttlig kunnu tey kortini vera. Av hjáløgdu talvu framgongur so, hvussu tað hevur tørnað út, tá mótstøðuliðini hósdagin hava hitst í bestu deildini seinastu tíggju árini.