Petur á Hvítansei 90 ár

Leygardagin 11. oktober fylti Petur Danielsen, vanliga nevndur Petur á Hvítanesi, í Havn 90 ár.

Petur er av Hvítanesi, foreldrini vóru: Inga, f. Joensen, ættað av Sundi, og Dánial Danielsen, vanliga nevndur Dánial á Hvítanesi. Familjan flutti til Havnar at búgva, tá Petur var um 15 ára aldur.
Petur sigldi frá ungum av. Hann er útbúgvin skipari og førdi fleiri skip sum t.d. Hvítanes, sum hann sjálvur var partaeigari í. Hann mátti gevast at sigla tá eyguni fóru at bila, hann var tá umleið 60 ára gamal.
Petur giftist við Signhild, f. Rasmussen, av Skála, dóttir Rakul, f. Joensen, ættað av Skælingi, og Palla Rasmussen, vanliga nevndur Skála Palli.
Signhild og Petur fingu fýra børn: Dánial Paula, sum doyði í 1994, 57 ára gamal, Regin, Janu, og Petur, sum doyði í 1995, 46 ára gamal.
Tey eiga 11 ommu- og abbabørn og 26 langommu og langabbabørn
Signhild og Petur hava búð við Grønlandsvegin í Havn, men fyri umleið tveimum árum síðan fluttu tey bæði inn á Sambýlið, Oman Hoydalar 6 í Hoyvík, at búgva.
Hóast høgan aldur er Petur væl fyri og fylgir væl við tí sum fyriferst rundan um hann og í samfelagnum sum heild.