Kristian Blak:
Ein íløga fyri samfelagið
- Tað er skeivt at tosa um menning av tónleikinum, tí talan er í veruleikanum um menning av øllum samfelagnum. Eitt konserthús er ikki bert fyri tónleikaran, men eins nógv fyri áhoyraran, og tað eru so nógv fleiri áhoyrarar enn tónleikarar í samfelagnum. Viðvíkjandi stuðuli til tónleikin frá myndugleikunum vil eg heldur nýta orðið íløga. Eins og talan er um íløgur í Landssjúkrahúsið ella vegagerð - og ikki stuðul ? er sama galdandi fyri tónleikin, og íløgan er eitt alneyðugt stig.
Kim Hansen:
Tónleikurin í hásætið
- Vit hava nógv støð við tónleiki kring Havnina, men enn er einki, har tónleikurin er tað primera, og har nýggir bólkar við nýggjum tónleiki kunnu framføra. Tískil er týdningarmikið at fáa ein slíkan tónleikamiðdepil, har ein fyrst og fremst kemur at lurta eftir tónleiki framum onnur støð kring býin. Men tað er neyðugt við undirtøku frá myndugleikunum, tí skal tónlistarlig góðska fáast, er neyðugt við røttu hølunum, og tað kann gerast dýrt. Tað dugir ikki at blaka tónleikarar inn í ein ella annan tilvildarligan betongbygning.