Boccia um vikuskiftið

Stór boccia kapping varð hildin í Gundadalshøllini leygardagin

Boccia

Talan var um árligu FM-kappingarnar hjá ÍSB, og varð kappast í bólkunum fyri menningartarnað, rørslutarnað børn og rørslutarnaðum vaksnum.
Hartil var talan eisini hesaferð um tvær várkappingar, har systkin og pensionistar fingu høvi at royna seg.
Tilsamans tóku fleiri enn 100 fólk lut, og fór kappingin fram á átta vøllum. Og væl gekst at avgreiða kappingina. Byrjað varð um tíggju-tíðina um morguin, eftir at Eirikur Dam, nevndarlimur í Javna, hevði sett kappingina, og longu kl. 15.00 var klárt at fara til handanina av heiðursmerkjunum. Hesi vórðu býtt, soleiðis sum yvirlitið niðanfyri sýnir.

FM ? rørslutarnað børn
1Martin Kristoffur Hansen, Eiði
2Heðin Midjord, Vágur
3Tummas Ejdesgaard, Eiði

FM ? rørslutarnað vaksin
1Marius Johannesen
2Jógvan Telling Joensen
3Jói Ziska

FM ? Menningartarnað
1Theodor Esmar Hansen, Kollafirði
2Elvin Weihe, Runavík
3Símun Petur Zachariassen, Klaksvík

Várkapping ? systkin
1Benjamin Ejdesgaard, Eiði
2Ásvør Rasmussen, Klaksvík
3John Mortansson Haraldsen, Eiði

Várkapping ? pensionistar
1Havnin III: Begga, Jórun, Jenny
2Sandur V: Óli, Niels, Kristina
3Sandur VIII: Kolbrún, Petrina, Anna