Føroyar høvdu eitt serstakt pláss í mínum hjarta langt áðrenn eg tók við sum amerikonsk sendikvinna í danska kongaríkinum. Í mínum ungu døgum í Pennsylvania plagdi eg at vera barnagenta hjá einari [...] av at hava umboðað amerikanska fólkið í tilgongdini at styrkja hesi bondini. Í juli 2020 var eg sum tað fyrsta amerikanska sendifólkið og vitjaði í Klaksvík. Ein av nógvu góðu upplivingunum frá [...] økt munandi tey seinastu árini. Í 2019 vitjaði eitt amerikanskt herskip í Føroyum fyri fyrstu ferð í 30 ár, og vit gleða okkum til fleiri líknandi skipsvitjanir í komandi tíð. Slíkar vitjanir eru
Kallanes, hava í fjør og í ár riggað bátin soleiðis til, at teir, umframt at kunna fiska tosk og hýsu við línu, eisini kunnu fiska makrel við dorg. Tað eru Eyðólvur Vang í Klaksvík og Kári Klettskarð í Kongstovu [...] Kongstovu í Haraldsundi, sum eiga bátin, og tað er Kári Klettskarð í Kongstovu sum er skipari. Umborð á Kallanesi hava teir tíggju makreldergur, og tað eru 40 húkar tilsamans á hvørjari dorg. Íløgan í samband [...] 10 prosent í stuðli til royndirnar. At fiska makrel við dorg er ikki nakað nýtt uppfinnilsi, um vit so kunnu siga. Tað hava eitt nú norðmenn gjørt í fleiri ár, og royndir eru eisini gjørdar í Føroyum áður
á Tjarnagarði í Tórshavn frá kl. 17 til 21. Øll vælkomin. 80 ára føðingardagur Fríggjadagin 26. nov. verður Johild Jacobsen, Haldórsvík, 80 ár. Dagurin verður hildin í Avhaldshúsinum í Vík sama dag kl [...] 60 ára føðingardagur Týsdagin 16. nov. fylti Jan Ellebye Andersen, Klaksvík, 60 ár. Dagurin verður hildin 20. nov. kl. 19 í kantinuni í Tekniska Skúla. Hjartaliga vælkomin. Hensia Einarsson fyllir 60 ár [...] giftast Jónvá E. Royðutoft, Strendur og Jónleif Eliasen, Tórshavn. Vígslan verður í Kelduni í Skálafirði kl. 13. Veitslan verður í bygdarhúsinum á Strondum kl. 18. Tey ið vilja gleða okkum við at koma, vera
Tórolvur eisini. Tey gingu saman í eini 5-6 ár, til tey giftust í mei 1954 og fluttu inn í nýbygdu húsini við Marknagilsvegin. Bygdu í oyðimørk Tórolvur keypti grundøkið í 1951 frá Jákup Hans hjá Kaldbaks-Petur [...] Fløtti í Norðragøtu, og Maljar var sonur Petur Jakku í Ytstahúsi á Skipanesi. Mamman, Anna Sofía, doyði í 1901, tá ið Maljar var 6 ára gamal. Tá kom hann til Norðragøtu at vera hjá fastrini Marin í Mortanstovu [...] telegrafbestýrara. Tey búðu har barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu. Í Havn hittir hon Tórolv, sonur Lillu og Alex í Horni. Børnini hjá Alex vóru sjey. Tá í tíðini tóku fólk sær tíð, áðrenn tey giftust. Tað gjørdu
tekur fult út undir við. Sjálvur er hann í andstøðuni í Býráðnum, men í hesum máli draga andstøða og samgonga somu línu. Heri Mortensen sigur, at síðani hann kom í Býráðið, hevur spurningurin verið uppi [...] eina útjavning í Føroyum. ? Tí hvør verður verandi t.d. í Suðuroynni, um skattaprosentið her verður 23%, eftir at hon er løgd saman í eina, ella tvær kommunur, samstundis sum tað er 16% í Havn. ? Alt ættarliðið [...] ættarliðið ímillum 18 og 23 ár í Suðuroynni er longu vekk. Heri Mortensen ivast ikki í, at eisini Havnin er áhugað í hesi útjavning, tí høvuðsstaðurin er við at koma í rasshaft av allari tilflytingini.
fyrsta málið kom í dystinum millum VÍF og StÍF, og hetta bleiv heldur ikki ein av málríkastu upplivingunum í høllini í Vestmanna, tí tá avtornaði, vann VÍF 25-20 og andar tí H71 í nakkan í kappingini um at [...] málum. Í næstum skulu liðini møtast aftur í hálvfinalunum í steypakappingini, og sum skilst á strandingum, ætla teir at lesa væl uppá og royna ikki at gera somu mistøk sum í gjár, meðan teir í VÍF hinvegin [...] høvdu í dystinum í dag, og hetta er tað, vit hava vant síðstu tvær vikurnar. Við teimum spælarum, vit hava til taks, kunnu vit manna eina óhugnaliga 6-0 verju, og vit sóu í dag, at vit fingu fatur í øgiliga
B36, eru uppvaksnir í øðrum feløgum. Her verður hugsað um Símun Eliasen, sum í yngru árunum spældi í ÍF, Rógva Jacobsen, sum er uppvaksin í KÍ, Tór?Ingar Akselsen, sum hevur spælt í Sandavági og FS Vágum [...] leggja seg einsamalt á odda í samlaðu FM kappingini síðani 1942. KÍ vann fyrsta FM heitið í 1942. HB vann ikki fyrsta FM heitið fyrrenn í 1955. Næsta FM heitið vunnu teir í 1960. Tá hevði KÍ verið meistari [...] skulu næsta ár spæla í UEFA Cup undankappingini. HB skal spæla í undanumfarinum til meistarakappingina, og NSÍ skal spæla í Intertoto Cup. GÍ, sum øll árini síðani 1994 hevur verið í altjóða kappingum, sleppur
Í gjár vórðu liðin 75 ár síðani, at hjúnini Denna og Kjartan Mohr giftust ? og hildu brúdleyp í Klubbanum í Havn. Hetta brúdleypið var slóðbrótandi, tá hugsað verður um dansiviðurskiftini í Havnini mestan [...] sum spældu í Gágguni. Har kundi av sonnum orðafellið »en for alle og alle for en« brúkast. Gággan plagdi eisini at fara út um landið at spæla til ymsar samkomur. T. d. varð spælt í Klaksvík og í Suðuroy. [...] 1976. Í sambandi við at orkestrið hevði ætlanir um at leggja árarnar inn, tosaði Johnsigurd Johannesen, blaðmaður á Sosialinum, við Andreas Restorff í september 1976. Andreas spældi við Gágguni í 29 ár
r at døma, tí teir eru professionellir. Í NM fyri U?16 landslið, sum í fjør var í Vejle, var eg saman við Mattew Messias. Hann er ein av 24 fulltíðar dómarum í bestu eingilsku deildini. Hann segði mær [...] av teimum 2500 krónunum, og eg haldi, at tað er órímuligt, at teir í Klaksvík og í Suðuroy ikki skulu leskast eitt sindur meiri enn vit í miðstaðarøkinum, sum brúka væl minni tíð til dømingina, enn teir [...] møguleikan at døma og ikki eg. B36 var annað liðið í finaluni í fjør. Eg eri skrásettur sum dómari fyri B36. Tí var tað nátúrligt, at eg ikki fekk møguleikan í fjør. Men nú er hann har, og eg gleði meg. Ert
Horizon bíbilskúli Næmingar úr bíbilskúlan-um World Horizon luttaka á møti í Ranhøll í Sandvík í dag kl. 17 og á morgunmøti í Sion í Vági sunnumorgunin kl. 11. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin [...] i kl. 20. KFUM og KFUK í Havn Mánadagin kl. 15 í KFUM: Eldrasamkoman, Heini Olsen sigur frá um gamlar bygdagøtur. Týsdagin kl. 17 í KFUK: Várgleði fyri børn. Frelsunarherurin í Havn Fríggjadagin kl. 20 [...] eru vælkomin. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 18 møti í Hósvík við Sam Jakobsen. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 17 í Arbeiðarafelagshúsinum Hæddini í Saltangará. Týsdagin kl. 20 húsmøti