Eg angri at eg læt meg yvirtala

?Eg havi ringt til Jógvan Mørkøre og fortalt honum, hvat eg haldi. Og tað, sum eg haldi er, at tað líkist hvørki einum ella øðrum, at tær smáu kommunurnar nú hava tikið okkum, sum eru ringast fyri, til gísla, fyri at fáa betri sømdir sjálvar

?Tað er nógv fyri at síggja, at tær smáu kommunurnar, sum allar sínar dagar hava livað feitt av teimum stóru kommununum, nú skulu taka tað mesta av Føroya Fólki til gísla.

Heri Mortensen á Tvøroyri er ikki mjúkur í orðum, tá ið hann verður biðin um eina viðmerking til støðuna, ið hevur tikið seg upp í sambandi við kommunuskuldina.

Sum so nógv onnur, er hann sera misnøgdir við framferðini hjá Kommunufelagnum í sambandi við arbeiðið at loysa skuldarkreppuna hjá teimum ringast staddu kommununum.

Í Tvøroyrar Býráð draga bæði samgonga og andstøða somu línu í spurninginum um kommunuskuldina.

Býráðið hevur boðað Kommunufelagnum frá, at tekur tað ikki sítt upskot aftur, fer Tvøroyrar Kommuna at umhugsa framhaldandi limaskap sín í felagnum.

Býárfelagið, Landsstýrið og Kommunufelagið vóru annars samd um, at tað varð neyðugt at sanera 81 milliónir av samlaðu kommunuskuldini, soleiðis at ongin kommunua kom at skylda meiri enn tríggjar álíkningar.

Býarfelagið og landsstýrið vóru komin næstan ásamt um eina loysn, har ein partur av saneringini varð tikin úr kommunala kreppulánsgrunninum og at landsstýrið legði restina út.

Síðani skuldu grunnurin takast av og kommunurnar fáa sín part útgoldnan, at gjalda skuld niður við.

Men síðani hevur Kommunufelagið eftir øllum at døma broytt støðu.

Tí í einum álitið til Landsstýrið sigur felagið, at tað er skeivt av avskriva skuld, í hvussu so er beinanveg. Hinvegin mælir felagið til, at kreppulánsgrunnurin verður brúktur at veita kommununum stuðul, so at tær fáa goldið skuldina niður.

Hetta hevur loypt øði í m.a. tvøramenn, sum hava hótt við at melda seg úr Kommunufelagnum, um uppskotið ikki verður tikið aftur, so at kommunurnar fáa tað saneringina, sum Býarfelagið og Landsstýrið næstan vóru komin undir land við.

M.a. hava tvøramenn beinleiðis hótt við at fara úr Kommunufelagnum, um felagið ikki tekur uppskotið aftur.


Angri tað nú

Heri Mortensen sigur, at hetta er ein støða, sum hann tekur fult út undir við.

Sjálvur er hann í andstøðuni í Býráðnum, men í hesum máli draga andstøða og samgonga somu línu.

Heri Mortensen sigur, at síðani hann kom í Býráðið, hevur spurningurin verið uppi, um Tvøroyrar Kommuna skuldi melda seg úr Kommunufelagnum, og heldur leggja dentin á samstarvið í Býarfelagnum, sum seks tær størstu kommunurnar hava stovnað: Tórshavn, Klaksvík, Runavík, Fuglafjørður, Tvøroyri og Vágur.

? Tá læt eg meg yvirtala til at taka undir við, at vit blivu verandi limur í Kommunufelagnum.

? Men eg má viðganga, at nú angri eg, at eg læt meg yvirtala.


Tikin til gísla

Heri Mortensen sigur, at tað, sum er hent nú, er, at Kommunufelagið hevur tikið allar tær ringast staddu kommunurnar til gísla.

? Kommunufelagið tók fyrst í november undir við, at, at toppurin uppá 81 milliónir, varð tikin omanav skuldini so at ongin kommuna skyldaði meiri enn tríggjar álíkningar.

?Tí er tað sera óheppið, at Kommunufelagið síðani skiftir kós og leggur eitt álit fyri landsstýrið, har sagt verður, at tað er skeivt at avskriva skuld.

?Sostatt hevur Kommunufelagið beint fyri eini semju, sum Býarfelagið og Landsstýrið vóru komin næstan á mál við.

Umframt saneringina, vilja tær stóru kommunurnar í Býarfelagnum hava kommunala kreppulánsgrunnin tiknan av, so at hvør kommuna sær sín part útgoldnan at betala skuld við.

?Men umframt at Kommunufelagið ikki vil avskriva skuld, vil tað eisini varðveita grunnin at brúka hann til at lata teimum ringast staddu kommununum stuðul til at betala skuld við.

Men Heri Mortensen er sannførdur um, at Kommunufelagið hevur eisini eitt annað endamál í huganum, tá ið tað tvíheldur um kreppulánsgrunnin.

? Endamálið er uttan iva, at Kommunufelagið vil hava pengarnar í kreppulánsgrunninum í rygginum fyri at standa sterkari, tá ið samráðingar aftur vera um kommunuskuldina í 2000.

? Sostatt hevur Kommunufelagið tikið allar tær ringast staddu kommunurnar til gísla fyri at fáa øllum kommununum eina góða avtalu í 2000.

Heri Mortensen heldur, at tað er nógv fyri at síggja, hvussu allar tær smáu kommunurnar, sum hvør sær bara eiga nakrar fáar krónur í grunninum, og sum umboða 1/3 av Føroya fólki, skulu taka allar tær stóru kommunurnar av ræði, sum eiga næstan alt í grunninum, og sum umboða 2/3 av øllum føroyingum.

Hann sigur, at hann skilir ikki, at Kommunufelagið ikki vil avskriva skuld og varðveita kreppulánsgrunnin, tí tað er alt sum bendir á, at kommunurnar verða lagdar saman í allar nærmastu framtíð-og tá verður øll skuldin meiri og minni felags

Hann leggur afturat, at tað, sum er so heilt avgerandi fyri tær ringast staddu kommunurnar, er, at skuldin verður sanerað beinanvegin, so at tær kunnu síggja sær ein veg burturúr skuldarhaftinum.

? Vit hava harðliga brúk fyri saneringini, so at vit fáa eina útjavning í Føroyum. ? Tí hvør verður verandi t.d. í Suðuroynni, um skattaprosentið her verður 23%, eftir at hon er løgd saman í eina, ella tvær kommunur, samstundis sum tað er 16% í Havn.

? Alt ættarliðið ímillum 18 og 23 ár í Suðuroynni er longu vekk.

Heri Mortensen ivast ikki í, at eisini Havnin er áhugað í hesi útjavning, tí høvuðsstaðurin er við at koma í rasshaft av allari tilflytingini.

Hann ivast heldur ikki í, at tað fer at bera væl til at samráðast seg til eina góða avtalu í 2000, antin kreppulánsgrunnurin.

?Eg veit ikki, hvat talar fyri, at tað verður so nógv verri, enn tað er nú, sigur hann.