Jenny er ættað úr Norðragøtu. Hon er dóttir Nicolinu og Amaliel, vanliga kallaður Maljar, Jacobsen. Nicolina var dóttir Johannu og Fredrik á Fløtti í Norðragøtu, og Maljar var sonur Petur Jakku í Ytstahúsi á Skipanesi. Mamman, Anna Sofía, doyði í 1901, tá ið Maljar var 6 ára gamal. Tá kom hann til Norðragøtu at vera hjá fastrini Marin í Mortanstovu. Nikolina er annars nr. 37 á myndini frá Gøtu kirkju í Miðvikuni mikudagin og systir hennara Johanna er nr. 25.
Tey vóru ikki færri enn 12 systkin hjá Maljari. Martin doyði sum smádrongur. Otto, Sofus og Arna eru síðan deyð, so nú eru tey átta eftir á lívi. Tey eru Schwarts, Frederik, Piddi, Hanna, Jenny, Johannes, Lina og Selma.
Jenny fór sum 19-ára gomul til Havnar at tæna hjá Jens Chr. Olsen, telegrafbestýrara. Tey búðu har barnatannrøktin heldur til í Tórsgøtu.
Í Havn hittir hon Tórolv, sonur Lillu og Alex í Horni. Børnini hjá Alex vóru sjey. Tá í tíðini tóku fólk sær tíð, áðrenn tey giftust. Tað gjørdu Jenny og Tórolvur eisini. Tey gingu saman í eini 5-6 ár, til tey giftust í mei 1954 og fluttu inn í nýbygdu húsini við Marknagilsvegin.
Bygdu í oyðimørk
Tórolvur keypti grundøkið í 1951 frá Jákup Hans hjá Kaldbaks-Petur. Tá hildu fleiri hann vera óðan í høvdinum, at keypa sær grundøki burturi í óbygdum, næstan uttanfyri lóg og rætt. Nú er hetta at kalla mitt í býnum.
Segði tú við drotningina
Jenny hevur kokkast og matgjørt meginpartin av lívinum. Hetta ger hon enn, tá ið boð verða send eftir henni. Tað verður eisini tikið til, hvussu dugnalig hon er á hesum øki. Hon er eisini kend sum eitt arbeiðsgrev.
Fríðrikur kongur legði grundarsteinin til Vesturkirkjuna í Havn. Men hann var deyður, tá kirkjan í 1975 varð vígd. Ingrid drotning kom upp til vígsluna og gisti tá í Amtmansborgini. Undir hesi vitjanini var Jenny ‘kammerpige’ hjá drotningini – og tær báðar blivu ‘dus’, søgdu tú við hvørja aðra. Hetta er ikki nøkur sjálvfylgja í hesum kreðsum! Men hetta sigur eisini nakað um Jenny, hvussu væl hon dugir við fólki.
Jenny hevur eisini javnan matgjørt hjá ríkisumboðsmanninum, tá ið hann hevur havt gestir og samkomur. So væl hevur hetta verið gjørt, at Jenny fekk ‘fortjenestemedaljen’ í februar 1987.
Tjaldur á vitjan
Tey bæði hava altíð havt stóran áhuga í náttúruni og hava gingið á flestu fjøllunum her í megin-økinum. Enn gongur Jenny túrar við hundinum og er altíð klár at fara í fjøllini, um hon verður spurd.
Eisini hava tey meira enn flest onnur havt náttúruna við hús. Í nógv ár hava tey havt vitjan av einum tjaldurspari. Tey mugu kenna seg vælkomin, tí koma tey aftur ár eftir ár og pikka á køksvindeygað at siga frá, at nú eru tey her! Tey verða eisinu væl fóðrað.
Jenny og Tórolvur fingu í 1955 sonin Alexander, sum er giftur við Súsannu úr Klaksvík. Tey bæði eiga børnini Tórolv, Jenny og Alexander. Langommabørnini eru tvey, sum Jenny eigur. Tey bæði “gomlu” liva nú fult út fyri sína lítlu familju. Enn fýrir Jenny ikki fyri at passa langommudøturnar, sum eru trý og eitt ár, tá ið tørvur er á tí.
Sterk ættarkensla
Tað sum annars er eitt eyðkenni fyri Jenny og hennara er eitt sterkt familjusamanhald og ættarkensla. Hetta er ikki minst galdandi millum systkini. Eitt tað vakrasta dømi um hetta er, tá ið beiggin Otto doyði í USA, eftir at hann hevði búð har meginpartin av lívinum. Otto ynskti at verða grivin í Gøtu, og hetta gjørdu systkini eisini møguligt. Salurin Fildelfia var fullsettur, og sungin var ein sangur til jarðarferðina, sum Jenny hevði yrkt. Systkini bóru hann seinasta teinin. Ættin ger eisini nógv fyri at halda samband við familjuna hjá Otto.
Sum skilst liggur fyri hjá Jenny at yrkja, og hetta ger hon ofta, tá brúk er fyri tí. Men so beskeðin er hon, at hetta ger hon ikki nógv hóvasták burtur úr.
Tórolvur má ikki gloymast
Tórolvur hevur júst eisini fylt 80 ár, og tí skal hann ikki gloymast. Sum greitt er frá, er hann ættaður úr Horni. Part av hornasøguna hava vit júst havt í Miðvikuni. Johan Norðfoss og Tórolvur eru systkinabørn. Her er komið fram, at hornafólkini millum aðrar dygdir hava eitt sera gott minni og duga væl at greiða frá. Hetta er eisini galdandi fyri Tórolv, sum kann greiða frá viðurskiftum langt aftur í tíðina í minstu smálutir.
Annars byrjaði lívið ikki væl hjá honum. Hann fekk tuberklar í rygginum. Mamman Lilla, sum var ein sera bestemt dáma, vildi hava dreingin niður til Danmarkar at fáa viðgerð. Hetta var ikki bert sum at siga tað. Men mamman fekk sítt ígjøgnum, og hetta bjargaði honum.
Annars hevur lívið hjá Tórolvi verið merkt av trúfesti. Hann arbeiddi fyrst í 32 ár hjá Balslev, og síðan 17 ár hjá Elektron, til hann legði frá sær fyri aldur. Á Elektron arbeiddi hann sum húsavørður.
Sigast kann um tey bæði, at tey eru fryntlig og fyrikomandi og ikki kann sigast, at aldur sæst á teimum. Ynskt verður teimum báðum hjartaliga tillukku við teimum 2 x 80 árunum.
Føðingardagin, sunnudagin, eru øll vælkomin at heilsa uppá Jenny í Pállstovu millum kl. 13 – 17.
ó.










