LØGMANSSTEYPIÐ
Jóannes Hansen
Birgir Sondum verður dómari í finaluni um løgmanssteypið, sum ólavsøkudag verður ímillum HB og NSÍ.
Tá vit tosa við hann, dylur dómarin ikki, at hann er ógvuliga fegin og kennir uppgávuna sum stóran heiður:
? Eg havi altíð hildið, at kjansurin at døma finaluna um løgmanssteypið er tað størsta, sum ein dómari kann røkka í Føroyum. Tí kann tað ikki undra, tá eg sigi, at vit, sum hava fingið uppgávuna, eru sera spentir. Vit tosa nógv um dystin, og vit kenna, at vit eru væl fyri. Sjálvandi vóna vit, at tað fer at ganga væl. Tað skal helst vera soleiðis, at spælararnir og áskoðararnir ikki leggja so nógv til merkis, hvør tað er, sum bríkslar. Men vit kenna treytirnar. Mistøkini hjá dómaranum nýtast ikki at vera nógv, men tey kunnu hava alstóran týdning fyri, hvussu dystargongdin verður, og hvussu úrslitið av dystinum verður, sigur Birgir Sondum.
Á linjuni í steypafinaluni vera Regin Egholm og Georg N. Rasmussen. Jógvan Næs verður 4. dómari. Finalan um løgmanssteypið verður klokkan 16.00 ólavsøkudag. Klokkan 13.30 fara HB og KÍ at spæla finaluna í steypakappingini hjá kvinnum. Tá verður Jens Petur Brattalíð dómari. Á linjunum vera Eyðun Kjærbo og Poul E. Jacobsen. Johann Krog verður 4. dómari.
Bíðaði leingi
Birgir Sondum veit at siga okkum, at hann dømdi fyrstu ferð í 1. deild í 1987. Tá var hann fyri tað mesta linjuverji, men hann dømdi onkra ferðina, og so hevur tað bara vundið uppá seg.
Tí kann ikki sigast annað, enn at Birgir Sondum leingi hevur bíðað eftir størstu uppgávuni í Føroyum.
Hevur tú verið vónbrotin, at tú ikki fyrr hevur fingið møguleikan at døma finaluna?
? Tað hevði ikki verið rætt, um eg segði, at eg ongantíð havi verið vónbrotin. Í fyrraárið tóktist tað sum um, at eg hevði góðan møguleika at døma. Men so kom boykottið, sum tíbetur nú er gloymt, uppí, og so fekk Suni Johansen møguleikan at døma og ikki eg. B36 var annað liðið í finaluni í fjør. Eg eri skrásettur sum dómari fyri B36. Tí var tað nátúrligt, at eg ikki fekk møguleikan í fjør. Men nú er hann har, og eg gleði meg.
Ert tú væl fyri at døma finaluna?
? Eg havi verið í Spania í summarfrí. Undan fráferðini fekk eg eitt vink frá Karl Vidtfeldt um, at eg skuldi døma finaluna. Eg hevði venjingarklæði við mær, og eg havi vant nógv, og eg havi livað regluligt og sunt, meðan vit hava verið sunnanfyri, sigur dómarin, sum harvið avdúkar orsøkina, um onkur skuldi ivast í, hví svartklæddi maðurin verður rættuliga brúnbeintur í finaluni!
Liva av at døma
Dómarar siga ofta, at síðani teir fingu dómarabasilluna í blóðið, hevur tað so at siga ikki borið til hjá teimum bara at hugt at og notið fótbóltsdystir. Tað ber teimum ikki til at fylgja við spælinum uttan at taka støðu til, hví dómarin bríkslaði ella ikki bríkslaði, og um hann nú gjørdi rætt ella ikki rætt.
? Eg fylgdi væl við í HM endaspælinum, og eg fylgdi serliga væl við í dømingini. Eg haldi, at flestu dómararnir stóðu seg væl. Men teir gjørdu mistøk, og fáu mistøkini vóru katastrofal. Tey høvdu nógv at siga fyri, hvussu dystir endaðu, og harvið hvussu tjóðir stóðu seg. Sjálvandi er tað sera spell, at tílík mistøk koma fyri. Men tað staðfestir, hvussu stór ábyrgd tað er at vera dómari.
Hvørjar dómarar heldur tú vera teir bestu?
? Eingin ivi er um, at europeisku dómararnir eru teir bestu. Teir hava eisini bestu fyritreytirnar at døma, tí teir eru professionellir. Í NM fyri U?16 landslið, sum í fjør var í Vejle, var eg saman við Mattew Messias. Hann er ein av 24 fulltíðar dómarum í bestu eingilsku deildini. Hann segði mær, at teir tjena 500 túsund krónur um árið fyri at døma. Men hetta var lítið afturímóti í Italia, har teir bestu fáa eina millión um árið fyri at vera fulltíðar fótbóltsdómarar. Tað ljóðar av nógvum, men tá havt verður í huga, at teir døma kanska í tíggju ár á hægsta støði, og at teir ikki hesa tíðina kunnu taka við avbjóðingum í vinnulívinum, so haldi eg ikki, at tað er so ógvuliga høg løn.
Birgir Sondum heldur, at hesir dómararnir eru nógv teir bestu í heiminum. Tí heldur hann, at tað er eyka harmuligt, at teir í HM endaspælinum ikki fáa fleiri dystir, enn dómarar aðra staðni frá fáa.
? Men tað er politikkur í hasum, sum tað er í so mongum øðrum, so tað gerst neyvan so nógv við tað. Men tað gongur úr yvir fótbóltin og fótbóltsspælararnar, staðfestir Birgir Sondum. Sum øll onnur so vónar hann inniliga, at veðrið verður betri ólavsøkudag, enn tað var í fjør.
Fyri at døma fáa hann og teir tríggir, sum eru saman við honum um uppgávuna, 2500 krónur at býta ímillum sín.
? Eingin dómari brúkar tíðina til hetta ítrivið fyri at vinna pengar. Umstøðurnar hjá dómarunum eru betraðar seinastu árini, men tað kundi kanska verið eitt sindur betri. Útreiðslurnar skulu burtur av teimum 2500 krónunum, og eg haldi, at tað er órímuligt, at teir í Klaksvík og í Suðuroy ikki skulu leskast eitt sindur meiri enn vit í miðstaðarøkinum, sum brúka væl minni tíð til dømingina, enn teir gera, og sum ivaleyst harvið eisini hava færri útreiðslur av dømingini, heldur Birgir Sondum.