tað soleiðis, at tey hava hugsað um sólargangin, og um summarhálvuna hava tey sólina frá tí hon rísur, til hon setur. – Mær dámar væl at fara upp tíðliga á morgni og út á terassuna at drekka ein kopp av [...] og soleiðis dregur húsini niður, so tey ikki kennast so høg. Tey plantaðu runnar við kaprifoliu, tí hon veksur bæði skjótt og væl, og við hesum fingu tey ein karm um stykkið og soleiðis eisini betri lívd [...] so um summarið var tað sum at koma í hagan, tí grasið var so sítt, men um tey høvdu sligið tað, hevði tað kanska verið ein grasplena. Tey vildu ikki hava gras, so tey beindu tað burtur og fóru í gongd
seinna hálvleiki var Laila Pætursdóttir. Tølini siga, at EBS/Skála hevði væl fleiri royndir ímóti heimamálinum, enn heimaliðið hevði ímóti málinum hjá EBS/Skála. Gestirnir høvdu seks hornaspørk og NSÍ [...] eydnaðist KÍ at venda 0-2 til 2-2 við Margáir, var tað Eyðvør Klakstein, sum skoraði fyrra málið, og hon átti uppleggið til seinna málið. Aftur í dag var tað Eyðvør Klakstein, sum átti uppleggið, tá ið Malena [...] gomlu Malenu Olsen. Síðsta lítla hálva tímar var KÍ undirmannað, eftir at miðverjin Durita Hummeland hevði sær reyða kortið. Stóri avbjóðarin hjá KÍ í FM stríðnum hevur verið EBS/Skála, sum í dag var á útivølli
Jensen, sum ringdi av Sandi í Gekka-spælinum í kvøld. Mamma hansara, Fríbjørg Jensen, hevði fingið fulla plátu, og hon hevði sonin sum fjarritara. Høvuðsvinningurin var á 130.000 krónur, sum kundi deilast í [...] reyða leypin. Tá verturin, Magnus Magnussen, hevði víst, hvørjir leypavinningarnir vóru, helt Frankie fyri, at mamman hevði gott eyga á hitapottinum, um hon skuldi komið á annan leyp enn hin reyða. Bæði [...] krónum, men Fríbjørg Jensen hevði hug at royna triðja og seinasta møguleikan eisini. Í triðju royndini steðgaði hjólið á gula leypinum, og nú hildu mong, at hitapotturin, sum hon hevði so gott eyga á, var komin
ætlað, er tað ikki vist, at úrslitið, sum kemur út í hinum endanum, altíð er so gott, sum tú hevði ynskt tær. Tað er ikki altíð, at tú vinnur, hóast tú heldur teg gera alt tað rætta. Dómsnevndin [...] útvegað og serviserað tøkniligar loysnir til føroysku ali- og fiskaframleiðsluna. Somuleiðis hevur hon hjálpt hesum fyritøkum í teirra útrás, tá hesar eru farnar út um landoddarnar við sínum virksemi [...] økjandi vinningsføri. Dómsnevndin vísir á, at fyritøkan hevur ein tilvitaðan sosialan profil, har hon eitt nú rættir eina hjálpandi hond til tey, sum ikki fingu alt frá byrjan. Eitt nú hevur fyritøkan
Nólsoyar Páll neyvan hevði ímyndað sær, at hann skuldi fáa ein týðandi leiklut í at berja niður pokurnar í Føroyum, kom tað helst óvart á fyritøkuna handan Vinnuátakið, at hon skuldi fáa ein so [...] heima, størri tiltøk eru avlýst, og ferðingin millum lond hevur verið ein lítil brøkpartur av tí, hon var. - Videofundir avloystu vanligar fundir, og skúlabørn skuldu venja seg við fjarundirvísing heima [...] farsóttini. Thetis varð í veruleikanum stovnað við heilt øðrum endamáli. - Tá korona rakti Føroyar, hevði fyritøkan longu fakkunnleikan og tað mesta av teirri útgerð, sum kravdist fyri at gera PCR-koron
vøran varð kannað og pakkað forsvarliga, áðrenn hon varð send. – Vøra við slíkari etikett og sum annars er heil og óskalað, kann metast sum rottutrygg, tá hon kemur fram til móttakaran, sigur Umhvørvisstovan
í 1977, at tað eydnaðist at fáa arbeiðsgevarar at góðtaka tað. Hon gekk eisini undan at fáa kvinnur at rógva kapp og longu í 1918 tók hon stig til at kvinnuróður á ólavsøku. Gunvør Balle hevur reist málið [...] yvir undangongukvinnuna Andreu Árting. Andrea Árting var forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelan, har hon var ein ímyndin av verkafólkastríðnum í farnu øld. Fyrr fingu mannfólk munandi hægri løn enn konufólk [...] verið roynt at fáa fakfelag, og onnur, at stuðla ætlanini og so skuldi býráðið fíggja restina. Men hon vónar, at býráðið tekur undir við at fullføra ætlanina. Býráðið umrøddi málið á fundi í gjárkvøldið
at nøkur klokka hevur ringt onkustaðni. Hon vónar bara, at tað eydnast at broyta uppskotið, so at tey koma á rætta kós aftur. Hon vísir eisini á, at í ár hevði býráðið 5,6 milliónir til taks til at leggja [...] uppskotinum er játtanin til grønan orkupolitikk skerd tvær milliónir, so at hon nú er tvær milliónir. Og tað er Elsa Berg, skelkað av og hon heldur, at tað er ófatiligt, at tey tora at leggja eitt slíkt uppskot [...] pengarnir skulu brúkast. Hetta er at halda komandi ættarlið fyri gjøldur, sigur Elsa Berg. Sjálv bjóðar hon seg fram at fara í samstarv við meirilutan um hesi viðurskifti, so átøk kunnu setast í verk, sum muna
1960. So vendi hon aftur til heimbygdina og starvaðist í Tofta skúla árini 1960-1997. Hon var eisini varaskúlastjóri skúlaárið 1986/1987 og skúlastjóri árini 1987 til 1997. - Josefina hevði farloyvi skúlaárið [...] skúlabókavørður. Hon røkti starvið til 2007, tá Lis Gøthe í Jákupsstovu tók við. Seinastu tíðina hevur Lis havt farloyvi. Hesa tíðina hevur Anna Maria Olsen, lærari, verið bókavørður. Hon samstarvar við [...] søgufróð. Tey vóru sera vitandi um alt, sum hevði við fólk, ættir og tað søguliga um bygdirnar her um leiðir at gera. Í mong ár skrivaði Nannu upp tað, hon visti, og partar av tí bleiv eisini brúkt, tá
at tað var tí, at samgongan hevði avtalað at boykotta orðaskiftið. Beinta Løwe tingkvinna úr Tjóðveldi er sannførd um, at hetta var ein roynd at tiga málið í hel. Men hon gjørdi greitt, at tað sleppa