Tað hevði verið til óbótaligan skaða

Í Føroyum eru 11 oyggjar, har eingin rotta er – og soleiðis skal tað helst verða verandi

Í Føroyum eru ellivu oyggjar, sum eru rottufríar og nú verða tiltøk sett í verk fyri at varðveita tær rottufríar. Tí hevur Umhvørvisstovan nú sett sum krav, at heilsølur, og handlar, sum senda vørur til rottufríar oyggjar, skulu tryggja sær, at rotta ikki er við í farminum.

 

Tað merkir, at øll, sum flyta fólk, fæ ella farm til rottufría oyggj, tryggja sær, at rotta ikki er við í farminum. 

 

Tað sum er mest avgerandi í hesum føri, er, at vøran verður pakkað soleiðis, at rotta ikki sleppur framat. Tað merkir, at vøran kann verða pakkað í plastfoliu, sum hol ikki skal vera á. Samstundis skal eisini platturin verða innpakkaður, so at rotta ikki sleppur undir plattin.

– Tað er avgerandi, at handlar, heilsølur og onnur, sum senda vøru til rottufríar oyggjar, merkja vøruna við serligari etikett, har tað verður váttað, at vøran varð kannað og pakkað forsvarliga, áðrenn hon varð send. 

 

– Vøra við slíkari etikett og sum annars er heil og óskalað, kann metast sum rottutrygg, tá hon kemur fram til móttakaran, sigur Umhvørvisstovan.

 

Umhvørvisstovan heitti í summar á handlar og heilsølur um at fylgja nýggju mannagongdini.  Í farnu viku varð somuleiðis heitt á flutningsfyritøkur, eisini Atlantsflog og Strandferðsluna, um ikki at flyta vøru til rottufríar oyggjar, sum onga etikett hevur.

 

Tær rottufríu oyggjarnar í Føroyum, eru Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun.

– Tað hevur sera stóran týdning at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg á hesum oyggjum. Kemur rotta til hesar oyggjar, verður tað til óbótaligan skaða á fuglastovnarnar, sigur Umhvørvisstovan.