Tveir og ein hálvan tíma. So leingi tók tað hjá Løgtinginum at umrøða trý uppskot frá andstøðuni um at geva samkyndum foreldrum sama rætt, sum onnur foreldur hava.
Hetta er eitt av mest umstríddu málunum í føroyskum politikki yvirhøvur og tinglimir í andstøðuni hava kallað hetta størsta álvarsmál, sum nakrantíð eru viðgjørd á Løgtingi. Men kortini vardi viðgerðin í dag ikki meiri enn hálvan triðja tímar. Og orsøkin til tað var, at næstan eingin í samgonguni tóku orðið.
Av øllum teimum 17 tinglimunum í samgonguni, vóru tað bara Uni Rasmussen úr Fólkaflokkinum, Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, sum tóku orðið.
Sostatt var tað bara eitt umboð úr hvørjum flokki, sum tók orðið – og tey í andstøðuni eru sannførd um, at tað var tí, at samgongan hevði avtalað at boykotta orðaskiftið.
Beinta Løwe tingkvinna úr Tjóðveldi er sannførd um, at hetta var ein roynd at tiga málið í hel. Men hon gjørdi greitt, at tað sleppa tey ikki, tí tey samkyndu eru longu í samfelagnum.
Tey vístu eisini á, at tað eru ikki so fá, føroysk samkynd foreldur, sum búgva uttanlands, sum ikki kunnu flyta heim aftur til Føroya at búgva, tí so missa tey rættindi, tey hava, har tey nú búgva, tí í Føroyum eru sammøður ikki viðurkend foreldur. Tað eru tey ikki sinnað til og tískil verða tey verandi uttanlands.