Tað gongur sera væl í fótbóltinum í Klaksvík. Besta liðið á mannfólkasíðuni er stórfavorittur at vinna FM, og í dag styrkti kvinnuliðið uppaftur meiri um sína støðu í FM kappingini.
KÍ vann FM í fjør og í fyrraárið, og nú skal tað vilja verri enn illa til, um triðja FM heitið á rað ikki verður veruleiki.
Í dag átti KÍ heimavøll ímóti 07 Vestur, sum hevur ment seg heilt nógv í ár.
At tað var nummar eitt á heimavølli ímóti nummar sjey sást ikki á úrslitinum. Men fyri KÍ var tað avgerandi, at tað eydnaðist at vinna 1-0. Málið skoraði Malena Olsen longu í fjórða minutti. Tá ið tað síðsta vikuskifti eydnaðist KÍ at venda 0-2 til 2-2 við Margáir, var tað Eyðvør Klakstein, sum skoraði fyrra málið, og hon átti uppleggið til seinna málið.
Aftur í dag var tað Eyðvør Klakstein, sum átti uppleggið, tá ið Malena Olsen setti bóltin í málið. Hetta var triðja málið í landskappingini í ár hjá 17 ára gomlu Malenu Olsen.
Síðsta lítla hálva tímar var KÍ undirmannað, eftir at miðverjin Durita Hummeland hevði sær reyða kortið.
Stóri avbjóðarin hjá KÍ í FM stríðnum hevur verið EBS/Skála, sum í dag var á útivølli ímóti NSÍ. Tær gulu úr Runavík vóru undan dagsins umfari á triðja plássi við 33 stigum – fimm stig færri enn EBS/Skála.
NSÍ vann 1-0. Málskjútti miðskeiðis í seinna hálvleiki var Laila Pætursdóttir. Tølini siga, at EBS/Skála hevði væl fleiri royndir ímóti heimamálinum, enn heimaliðið hevði ímóti málinum hjá EBS/Skála. Gestirnir høvdu seks hornaspørk og NSÍ einki, og gestirnir høvdu tíggju royndir ímóti heimamálinum, meðan NSÍ hevði sjey royndir ímóti EBS/Skála málinum.
Við 1-0 heimasigri ímóti HB vann Víkingur seg fram á bronsuplássið. Jensa Petursdóttir Olsen skoraði málið í tíggjunda minutti, og Hanna I. Højgaard átti uppspælið.
B36 vann 2-1 á heimavølli ímóti AB/B71, sum minkaði um munin í síðstu løtu.
KÍ – 07 Vestur 1-0 (1-0)
1-0: Malena Olsen
Víkingur – HB 1-0 (1-0)
1-0: Jensa Petursdóttir Olsen
NSÍ – EBS/Skála 1-0 (0-0)
1-0: Laila Pætudsdóttir
B36 – AB/B71 2-1 (1-0)
1-0: Olga Kristina Hansen
2-0: Lív Rúnadóttir
2-1: Linnéa Magnusson
| KÍ | 19 | 12 | 7 | 0 | 59 | 13 | 43 |
| EBS/Skála | 19 | 11 | 5 | 3 | 37 | 16 | 38 |
| NSÍ | 19 | 11 | 3 | 4 | 64 | 27 | 36 |
| Víkingur | 19 | 10 | 2 | 7 | 52 | 27 | 29 |
| HB | 19 | 9 | 3 | 7 | 48 | 23 | 27 |
| B36 | 19 | 8 | 2 | 9 | 36 | 43 | 26 |
| 07 Vestur | 19 | 4 | 0 | 15 | 21 | 56 | 12 |
| AB/B71 | 19 | 0 | 0 | 19 | 78 | 121 | 0 |
Sunnudagin 10. oktober
EBS/Skála – Víkingur
07 Vestur – NSÍ
B36 – KÍ
AB/B71 - HB










